2018

2018 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Tað var ár 2018 eftir Kristi føðing, ár 18 í triðja ártúsund, ár 18 í 21, øld og ár 9 í 2010-árunum.

Árstal
2015 2016 201720182019 2020 2021
Áratíggju
2000-árini2010-árini2020-árini
Øldir
20. øld21. øld22. øld

Hendingar

  • 24. februar - Trygvi Danielsen vinnur filmsvirðislønina Geytan fyri filmin "111 góðir dagar". Maria Tórgarð vinnur áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæðuni".
  • 10. mars - Føroyska Tónlistavirðislønin (FMA) verður latin í Norðurlandahúsinum.
  • 24. mars - Nógv fólk kemur saman á Tórsvølli, at síggja eyðkenda HM-steypið í fótbólti og franska fótbóltsleikaran Christian Karembeu, ið var við til at vinna steypið til Fraklands í 1998. Eftir steðgin í Føroyum fór steypið víðari til Íslands á ferð síni kring heimin, áðrenn tað endar í Russlandi til heimsmeistarakappingina í summar.[3]
  • 25. mars - Kalsoyingar vakna við at standmyndin av Kópakonuni, ið stendur í Mikladali, hevur verið ílatin í burka.[4]
  • 9. mai - Kommunulæknafelag Føroya lýsa yvir verkfalli. Kommunulæknafelagið og lænardeild Fíggjamálaráðsins koma til semju tann 18. mai 2018.[5]
  • 20. mai - Beinir Bergsson vinnur fyrstu EBBU virðislønina fyri yrkingasavn sítt Lítli drongurin og beinagrindin.
  • 27. mai - Magnus Tausen verður endurvaldur formaður Flogbóltsamband Føroya (FBF).[6]
  • 1. juni - Hallur Holm fer frá sum formaður Frælsan Ítrótt Føroya (FÍF), eftir 8 ár í formanssessinum. Sølvi Reinert Hansen tekur við sum nýggjur formaður.[7]
  • 3. juni -
    • Matstovan Koks vinnur virðislønina "ársins matstova" frá The Nordic Prize.[8]
    • Tórshavnar maraton verður hildið fyri fjórðu ferð.[9]
  • 8. juni - Gekkurin í Kringvarpi Føroya fer uppá 3 milliónir krónur fyri fyrstu ferð.[10]
  • 8. - 11. juni - FM í langgeil 2018 verður hildin í Pálshøll í Vági.[11]
  • 9. juni - Olaf Johannesen vinnur eina Reumert virðisløn fyri "ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst" í Keypmannahavn.[12]
  • 10. juni - Vípan úr fimleikafelaginum Støkk gerst nummar 10 í Heimsmeistarakappingini í etiskum fimleiki, ið verður hildin í Budapest. Hetta er besta úrslit Føroya í altjóða fimleikakapping nakrantíð.[13]
  • 18. september - Flogbóltsfelagið Mjølnir fyllir 40 ár.[14][15]
  • 25. oktober - Føroya Tele boðar frá avtalu við samskiftisveitaran Huawei, ið ber við sær at Føroyar raðfestast millum tey fyrstu í heiminum ið fáa 5G fartøkni summarið 2019.[16]
  • 18. november - Havnarmaðurin David Arge Galán endurvinnur heimsmeistaraheitið í Pro Men's Physique í Los Angeles. Hann vann hetta heiti fyri fyrstu ferð í 2015.[17][18]
  • 23. november -
    • Føroyar verða valdar sum vertur fyri U17 EM undankapping hjá kvinnum. Hetta gerst greitt eftir eitt lutakast í Nyon í Sveis. Kappingin skal haldast í døgunum 16. til 24. oktober 2019.[19]
    • Verkhúsið Virkni fyllir 25 ár.
  • 26. november -
    • Í sambandi við bókadagar, boðar Rigmor Dam, løgtingskvinna í mentamálum, frá at øll børn fødd frá 01. januar 2018, somuleiðis ættleidd børn, fáa nýggju bókina Barnasangbók Føroya, sum gávu frá landinum.[20]
    • Føroyar fáa eitt nýtt uppsjóvar skip, tá norska skipið Herøy verður skrásett undir føroyskum flaggi. Nýgja skipið fær navnið Katrin Jóhanna, VA 410.[21]

Ítróttur

Fótbóltur

Landsdystir

Hondbóltur

  • 17. februar - Steypafinala Kvinnur: Kyndil - VÍF (19-23)
    • Dagsins leikarar: Maya Dragoljubovic (Kyndil), Kristina Griksaite (VÍF)
  • 17. februar - Steypafinala Menn: Menn: Kyndil - H71 (24-17)
Landsdystir

Svimjing.

  • 8. juni - Havnar svimjifelag setur nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing. Liðið manna Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestad, og Bartal E. Eidesgaard. Nýggja metið er tíðin 4:11.85.[23]

Føðingar

Andlát

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: