Alexander Rybak

Alexander Rybak ella Aljaksandr Igaravitsj Rybak (føddur 13. mai 1986 í Minsk, Hvítarussiska SSR, í fyrrverandi Sovjetsamveldinum) er ein hvítarussiskur-norskur tónleikari, tónasmiður, og sjónleikari, uppvaksin á Nesodden uttanfyri Oslo í Noregi.

Alexander Rybak

Rybak bleiv alheims kendur eftir at hann vann finaluna í Eurovision Song Contest 2009 við sanginum «Fairytale», sum hann sjálvur hevur skrivað. Hann varð heiðraður sum Årets Spellemann (Ársins spælimaður) undir Spellemannprisen 2009 og í 2010 sum ársins nýggja navn av MUZ-TV, sum er tann mest prestisjufulla tónleikaheiðurslønin í russiska tónleikaídnaðinum.[1]

Tónleikaútgávur

Soloalbum

  • 2009: Fairytales
  • 2010: No Boundaries
  • 2011: Visa vid vindens ängar við Mats Paulson
  • 2012: Christmastales

Stakløg

  • 2009: Fairytale
  • 2009: Funny Little World
  • 2009: Roll With the Wind
  • 2009: Abandoned
  • 2010: Fela igjen feat. Opptur
  • 2010: Oah
  • 2010: Europe's Skies[2]
  • 2011: Resan till dig
  • 2012: I'll Show You við Paula Seling
  • 2012: Leave Me Alone

Heiður

  • Norges Musikkmesterskap
  • Kocian-kappingin í Kekkia
  • 2004: Junior heiðurslønavinnari av Anders Jahres kulturpris
  • 2006: Vinnari av Kjempesjansen
  • 2007: Vinnari av Heddaprisen
  • 2009: Vinnari av Melodi Grand Prix
  • 2009: Vinnari av Eurovision Song Contest
  • 2010: Vinnari av Årets spellemann undir Spellemannprisen 2009
  • 2010: Vinnari av Årets nykommer undir Muz-awards
  • 2011: Vinnari av ”International Russian Name Award” í Moskva
  • 2011: Vinnari av ”Countrymen of the Year” í Hvítarusslandi

Keldur

🔥 Top keywords: