Bambi

amerikanskur teknifilmur frá 1942

Bambi er ein amerikanskur teknifilmur frá 1942. Filmurin varð frumsýndur í Amerika hin 13. august 1942 og er hin fimti i røðini av teimum klassisku teknifilmunum frá Disney. Hann er grundaður á skaldsøguna hjá Felix Salten Bambi, ein Leben im Walde (Bambi, eitt lív í skóginum) frá 1923.

Bambi
LeikstjórnaðAðal-leikstjóri
David Hand
Sekvens-leikstjóri
James Algar
Samuel Armstrong
Graham Heid
Bill Roberts
Paul Satterfield
Norman Wright
FramleittWalt Disney
SøgaSøgustjórn
Perce Pearce
Søgutillaging
Larry Morey
Søgumenning
Vernon Stallings
Melvin Shaw
Carl Fallberg
Chuck Couch
Ralph Wright
Við støði íBambi, A Life in the Woods 
eftir Felix Salten
Tey leikandiBobby Stewart
Donnie Dunagan
Hardie Albright
John Sutherland
Paula Winslowe
Peter Behn
Tim Davis
Sam Edwards
Will Wright
Cammie King
Ann Gillis
Fred Shields
Stan Alexander
Sterling Holloway
TónleikurFrank Churchill
Edward H. Plumb
Framleiðslu
fyritøka
Walt Disney Productions
FilmsútleigariRKO Radio Pictures
Útgávudagar
  • 9 august 1942 (1942-08-09) (Heimsfrumsýning London)
  • 13 august 1942 (1942-08-13) (Frumsýning New York City)
  • 21 august 1942 (1942-08-21) (U.S.)[1]
Filmslongd
70 minuttir
LandUSA
MálEnskt
Búskett$858 000[2]
Atgongum.søla$267,4 milliónir[3]

Filmurin varð tilnevndur fleiri Oscar-virðislønir fyri besta ljóð, besta sang (fyri "Love Is a Song" sungin av Donald Novis) og besta filmstónleik. Bambi varð útgivin av nýggjum til sýning í biografunum í 1947, 1957, 1966, 1975, 1982, og 1988. Hann varð útgivin á VHS-bandi í 1989 og 1997, og í einari talgildari betraðari útgávu á DVD hin 1. mars 2005. Ein beinleiðis-til-video framhaldsfilmur, Bambi II, kom út í 2006.

Søgugongd

Keldur

Slóðir úteftir


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: