Basel

Basel er ein stórbýur í Sveis. Hann er triðstørsti býur í landinum, næst eftir Zürich og Geneve.

Miðbýurin við Rínánna.

Býurin liggur í útnyrðingshorninum av Sveis, tætt við markið til Týskland og Frakland. Ríná rennur ígjøgnum Basel.

Í juni 2019 búðu 200.097 fólk í sjálvum býnum.[1] Við forstøðum og umlandi vóru tað tó 545.326 fólk í 2018.[2]

Basel er bæði ídnaðarbýur, universitetsbýur og stórur listabýur. Lærdi háskúlin "Universität Basel" varð settur á stovn í 1460 og er harvið elsti í landinum.

Myndir

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

7°35′26.16″E / 47.5606000°N 7.5906000°E / 47.5606000; 7.5906000

Keldur

🔥 Top keywords: