Billy Joel

William Martin "Billy" Joel, føddur 9. mai 1949, er ein amerikanskur tónleikari, singer-songwriter og tónaskáld. Hann er mest kendur fyri sangin "Piano Man" frá 1973, og hevur havt topp 40 sangir í 1970-árunum, 1980-árunum og 1990-árunum. Fløga hansara Greatest Hits Vol 1 & 2 er ein av best seljandi fløgunum í USA nakrantíð. Eisini hevur hann verið sætti best seljandi tónleikari í heiminum, og triðbesti seljandi tónleikari í USA.[4]

Billy Joel
A close-up of Joel smiling
Billy Joel í 2009.
Bakgrundskunning
FøðinavnWilliam Martin Joel[1]
Fødd/ur (1949-05-09) mai 9, 1949 (aldur 74)
Bronx, New York, USA.
UppruniHicksville New York, USA.
SjangrurRokktónleikur[2]
StørvTónleikari, Singer-songwriter, Tónaskald
LjóðføriSangur, Klaver, Gittari, Harmonika
Ár virkin1965–nú
PlátufeløgColumbia Record, Family Productions, Sony Classical
Luttøka við øðrumThe Echoes, Hassles, Attila, Billy Joel Band
Heimasíðabillyjoel.com
Týðandi ljóðføri
Steinway Grand Piano,[3] Hammond organ, Baldwin Piano,
Gibson Les Paul gittari,
Gibson Les Paul Junior gittari,
Minimoog

Hann hevur verið tilnevndur til Grammy-virðisløn 23 ferðir og vunnið seks ferðir. Billy var innlimaður inn í Songwriters Hall of Fame í 1992, Rock and Roll Hall of Fame í 1999, og the Long Island Music Hall of Fame í 2006. Í 2013 tók hann ímóti Kennedy Center Honors, ið er hægsti heiður eitt listafólk kann fáa í USA.

Billy Joel gavst, við fáum undantøkum at útgeva tónleik í 1993, men framførir framvegis løg síni á tónleikaferðum í USA og kring heimin.

Samstarv við Disney

Í 1988 lánti Billy Joel rødd sína til animeraða hundin Dodger í Disney filminum Oliver and Company. Har sang hann eisini opnunarsangin í filminum, ið kallaðist "Why Should I Worry".

Diskografi

Studio útgávur
  • Cold Spring Harbor (1971)
  • Piano Man (1973)
  • Streetlife Serenade (1974)
  • Turnstiles (1976)
  • The Stranger (1977)
  • 52nd Street (1978)
  • Glass Houses (1980)
  • The Nylon Curtain (1982)
  • An Innocent Man (1983)
  • The Bridge (1986)
  • Storm Front (1989)
  • River of Dreams (1993)
  • Fantasies & Delusions (2001), klassiskur tónleikur

Keldur

🔥 Top keywords: