Føroya Landsstýri

Føroya Landsstýri - ella í dagligari talu bara Landsstýrið, kallast føroyska stjórnin. Landsstýrið er hægsti umsitingarligi myndugleiki í Føroyum. Sambært lóg um stýrisskipan Føroya, sum kom í gildi á ólavsøku 1995, er lóggávuvaldið í yvirtiknum málum hjá løgtingi og løgmanni í felag. Landsstýrismenn og -kvinnur hava ymisk málsøki undir sær og eru ovasti myndugleiki í aðalráðunum. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt og talið á aðalráðum kann eisini broytast. Onkuntíð verða ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt aðalráð býtt sundur í tvey, sum tað t.d. hendi í 2008, tá Almanna- og Heilsumálaráðið fóru sundur í Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Ovasti landsstýrismaðurin, sum er leiðari fyri landsstýrið, kallast Løgmaður, hann hevur skrivstovu á Løgmansskrivstovuni úti á Tinganesi.

Aðalráð 2008-2011

Í 2008 til 2011 vóru níggju aðalráð, tey vóru hesi:

Løgmans- og landsstýrissessir 2008-2011

  • Løgmaður
  • Landsstýrismaður í fíggjarmálum (fíggjarmálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í vinnumálum (vinnumálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í mentamálum (mentamálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í innlendismálum (innlendismálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í heilsumálum (heilsumálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í almannamálum (almannamálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í fiskivinnumálum (fiskimálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í uttanríkismálum (uttanríkisráðharri)

Tá kvinnur eru landstýrisfólk verða tær oftast umrøddar í kvennkyn sum Landstýriskvinna í t.d. almannamálum.

Stjórnir í Føroyum síðan 1948

TíðarskeiðSamgongaFlokkar
1948–1950Stjórnin hjá Andrassi SamuelsenSB, JF, SF
1950–1954Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus IFF, SB
1954–1959Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus IIFF, SB, SF
1959–1963Stjórnin hjá Peter Mohr Dam ISB, JF, SF
1963–1967Stjórnin hjá Hákuni DjurhuusFF, SF, TF, FB
1967–1968Stjórnin hjá Peter Mohr Dam IISB, JF, SF
1968–1970Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus IIISB, JF, SF
1970–1975Stjórnin hjá Atla Dam ISB, JF, SF
1975–1979Stjórnin hjá Atla Dam IIFF, JF, TF
1979–1981Stjórnin hjá Atla Dam IIIFF, JF, TF
1981–1985Stjórnin hjá Paula EllefsenFF, SB, SF
1985–1988Stjórnin hjá Atla Dam IVJF, SF, TF, KrF
1988–1989Stjórnin hjá Atla Dam VJF, SF, TF, FrF
1989Stjórnin hjá Jógvani Sundstein IFF, SF, TF, KrF
1989–1991Stjórnin hjá Jógvani Sundstein IIFF, SB, TF
1991–1993Stjórnin hjá Atla Dam VIFF, JF
1993–1994Stjórnin hjá Maritu PetersenJF, TF, SF
1994–1996Stjórnin hjá Edmundi Joensen ISB, JF, SF, VMF
1996–1998Stjórnin hjá Edmundi Joensen IIFF, SB, SF, VMF
1998–2002Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg IFF, SF, TF
2002–2004Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg IIFF, SF, TF, MF
2004–2008Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard IFF, SB, JF
2008Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard IIJF, T, MF
2008–2011Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen IFF, SB, JF
2011–Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen IIFF, SB, SF, MF

Sí eisini

Ávísingar úteftir

🔥 Top keywords: