Grand Forks

Grand Forks er ein býur eystarlaga í amerikanska stakríkinum North Dakota.

Grand Forks, North Dakota
KortKort
Grunddáta
Land:USA USA
Lutstatur:North Dakota North Dakota
Grundlagdur:1870
Vídd:52,03 km²
Íbúgvar (2019):55 839[1]
fyri km²:/km²
Heimasíða:grandforksgov.com Archived 1998-11-11 at the Wayback Machine

Hann er triðstørsti býurin í statinum, aftan á høvuðsstaðin Bismarck og størsta býin Fargo, sum liggur sunnan fyri Grand Forks.

Í sjálvum býnum búgva um leið 55 túsund fólk; tó búgva har fleiri enn 100 túsund fólk íroknað forstaðir og útjaðaran av býnum ("metropolitan area"). Áin Red River of the North rennur beint fram við miðbýnum. Hinumegin ánna liggur grannabýurin East Grand Forks, sum er staddur í stakríkinum Minnesota.

Lærdi háskúlin University of North Dakota (stytt UND) er staddur í Grand Forks. Hann er elsta lærdi háskúlin í stakríkinum.

Søga

Miðbýurin í Grand Forks

Bretski skinn-handilsmaðurin Alexander Henry the younger búsettist har í økinum í 1808. Niðursetingin varð grundlagdur Í 1870, tá posthúsið læt upp. Plássið fekk enska heitið Grand Forks. Niðursetingin vaks skjótt og gjørdist býur longu í 1881. Fyrsta jarnbreytarstøðin kom stutt eftir,[2]

Í 1997 hevur verið stór vatnflóð, sum oyðilegði miðbýnum. Minnisvarði til minnis um søguliga hendingin varð reistur á vestara áarbakkanum.

Myndir

Kend fólk

Ávísingar úteftir

97°3′17″W / 47.91222°N 97.05472°W / 47.91222; -97.05472

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur


Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
🔥 Top keywords: