Helena Heðinsdóttir

Helena Heðinsdóttir Jørgensen ella Helena Heðinsdóttir er ein føroysk sjónleikarinna. Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í stuttfilminum Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Hon spældi leiklutin sum Birita.[1] Vetrarmorgun varð vístur á Berlinaluni (Berlin International Film Festival)[2] og varð tilnevndur tríggjar virðislønir har, eitt nú Teddy Award, sum verður latin til ein film, ið viðgerð evni um samkyndleika.[3] Hin høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun spældi Armgarð Mortensen. Hon hevur eisini spælt annan av høvuðsleiklutunum í fyrsta spælifilmin hjá Sakaris Stórá, Dreymar við havið, ið var frumsýndur í Norðurlandahúsinum 5. september 2017.[4]

Hin 14. februar 2014 vann filmurin Vetrarmorgun virðislønin á Berlinaluni í bólkinum The Special Prize of the Generation 14plus International Jury.[5]

Heiður

  • 2014 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun, har Helena spældi ein av høvuðsleiklutunum vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni 2014.
  • 2014 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun var tilnevndur Teddy Award á Berlinaluni 2014.[6]
  • 2013 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað, og har Helena spældi ein av høvuðsleiklutunum, varð tilnevndur Geytan, vann tó ikki.

Keldur

🔥 Top keywords: