ISO 8601

ISO 8601 er ein millumtjóða standardur fyri, hvussu tíðarfesting eigur at verða skrivað, so hon er eintýðug. Størri støddir koma altíð áðrenn smærri, og sum útgangsstøði verður dato skrivaður aaaa-mm-dd og klokkutíð hh:mm:ss. Dato og klokkutíð verða skild við T; loyvt er eisini at skilja við millumrúmi, um misskiljing ikki kann standast av hesum.

Dato og tíð, tá henda síðan varð tikin niður, skrivað
eftir reglunum í ISO 8601 (Tak niður av nýggjum):
Dato  og  tíð  UTC
(føroysk vetrartíð):
2024-04-07T13:49:23+00:00
2024-04-07T13:49:23+00
2024-04-07T13:49:23Z
20240407T134923Z
2024-04-07T13:49Z
2024-04-07T13:49
Dato og føroysk summartíð:2024-04-07T14:49:23+01
Dato:2024-04-07
Mánaður:2024-04
Vika:2024-W14
Vika og dagur:2024-W14-7
Dagur:2024-098
Dato uttan ár:--04-07

Danmark hevur sett standardin í gildi sum DS/ISO 8601-1:2019.

Sum dømi er 22. februar tann 53. dagurin í árinum. Og 22. februar 1966 var týsdagur (annar dagur) í áttandu viku av 1966. Dagurin kann tí eintýðugt verða skrivaður 1966-02-22, 1966-W08-2 og 1966-053. Er nóg mikið við viku, verður skrivað 1966-W08. Er nóg mikið við mánaði, verður skrivað 1966-02. Gongur árið fram av samanhanginum, kann vera nóg mikið at skriva datoin --02-22.

Klokkutíð verður skrivað við tímum, minuttum og møguliga sekundum. Tíðarsona eigur at verða upplýst, uttan so at misskiljing er útilokað.

Um veturin er høvuðstíðindasendingin í Útvarpinum á miðdegi kl. 12:20Z ella bara 12:20, um ongin misskiljing kann standast av at koyra Z burtur.
Um summarið er høvuðstíðindasendingin í Útvarpinum á miðdegi kl. 12:20+01, 11:20Z ella, um misskiljing er útilokað, bara kl. 12:20.

Ávisingar úteftir

🔥 Top keywords: