Kirundi

Kirundi, eisini kent undir heitinum rundi, er eitt bantumál[1][a] ið verður tosað av í minsta lagi 9 milliónum fólkum í Eysturafrika (heilt ítøkiliga í Burundi og í pørtum av grannalondunum Tansania og Kongo-Kinshasa). Størsti parturin av teimum ið tala málið, búgva í Burundi, har næstan øll fólk duga at tosa kirundi.

Dawe Wa Twese ('Faðir vár' á kirundi)

Málið er sera nær skilt við kinyarwanda, ið verður tosað av nærum øllum fólkum í grannalandinum Rwanda. Munurin ímillum hesi bæði málini er so lítil, at borgarar úr báðum londum kunnu samskifta nøkulunda hvør við annan.

Kirundi er eitt av teimum trimum almennu málunum í Burundi og einasta tjóðarmál.[4][5]

Ávísingar úteftir

Viðmerkingar

Keldur

🔥 Top keywords: