Kveiki

Ein kveiki ella eitt ensym er eitt protein, sum økir um ferðina á eini ávísari evnafrøðiligari reaktión - ein lívfrøðiligur katalysatorur. Kveikin skundar undir reaktiónina millum reaktant (substrat) og produkt, men verður tó ikki sjálvur broyttur í reaktiónini.

Modell av kveikanum triose phosphate isomerase (TPI).

Fyrr varð hildið, at allir lívfrøðiligir katalysatorar vóru proteinir, men í 1980-árunum varð uppdagað, at nøkur RNA-mýl kunnu verða munadyggir katalysatorar, og tey verða nú nevnd ribozymir.

Vanligt verða kveikar nevndir við endingini -ase. Tó hava nakrir av teimum fyrstu kveikunum, ið funnir vóru, gomul heiti, og enda sostatt ikki við -ase.

Kveikar verða bólkaðir í 6 ymiskar høvuðsbólkar eftir teirra starvi:

  • EC 1 Oxidoreductase: katalyserar oxidatión/reduktión reaktiónir.
  • EC 2 Transferase: flytir ein funktionellan bólk (t.d. ein methyl- ella phosphat-bólk).
  • EC 3 Hydrolase: katalyserar hydrolysuna av ymiskum bindingum.
  • EC 4 Lyase: klývur ymiskar bindingar uttan at nýta hydrolysu og oxidatión.
  • EC 5 Isomerase: katalyserar isomeriseringina í einum einstakum mýli.
  • EC 6 Ligase: setir tvey mýl saman við kovalentari binding.

Tað eru eisini undirbólkar undir høvuðsbólkunum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: