Læsø kommuna

Læsø kommuna
LandDanmark Danmark
HøvuðsstaðurByrum
Vídd101,22 km2
Íbúgvar 20141.808
BorgarstjóriTobias Birch Johansen
Heimasíðawww.laesoe.dk (danskt)

Læsø kommuna (Danskt: Læsø kommune) er ein kommuna, tann minsta í Danmark. Fjórða hvørt ár velja øll eldri enn 18 ár 9 fólk í kommunustýrið. Læsø er ein av teimum 11 kommununum í Región Norðurjútlandi. Allur landsparturin er felags um sjúkrahús, skúlar til ung og tilkomin og høvuðsvegirnar. Landsparturin rindar eisini ein part av tí, tað kostar at hava ferju at sigla á Læsø.

Á Læsø búgva eini 1.800 fólk, men hvørt summar liggja eini 100.000 ferðafólk nátt í oynni. Fá ferðafólk fara avstað aftur sama dag, tey koma. Umleið 24 fólk búgva á hvørjum km2. Í skúlanum ganga 320 børn úr 1. flokki upp í 10. flokk. Eingin privatskúli er í oynni.

Besta sambandið til Læsø er ferjan. Hon siglir ímillum Frederikshavn og Vesterø Havn tvær, tríggjar ferðir um dagin um veturin og tríggjar, fýra ferðir um dagin um summarið.

Býir í Læsø kommunu

Størstu býir í kommununi[1]
NrBýurÍbúgvar (2011)Íbúgvar (2012)Frá/til
1Byrum443451+8
2Vesterø Havn413390-23
3Østerby Havn294288-6
-Landøkið798768-30
-Tilsamans1.9491.897-52

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: