Magdalena Andersson

Eva Magdalena Andersson (fødd 23. januar 1967 í Uppsala) er svenskur búskaparfrøðingur og politikari. Tíðliga í november 2021 gjørdist hon forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum og seint í november mánaði varð hon vald tvær ferðir til forsætisráðfrú í Svøríki. Fyrstu ferð tann 24. november og aðru ferð tann 29. november.[1][2] Hon er fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Svøríki nakrantíð.[3]

Magdalena Andersson (2014)

Magdalena Andersson hevur verið ríkisdagslimur fyri Sosialdemokratarnar síðan 29. september 2014 og fíggjarmálaráðfrú frá oktober 2014 til november 2021.[4]

Tann 4. november 2021 varð hon vald sum forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum og harvið gjørdist hon valevni til sessin sum forsætisráðfrú.[5][6]

Mikudagin 24. november 2021 varð hon fyri fyrstu ferð vald til forsætisráðfrú í Svøríki, men tá legði hon frá sær 7 tímar seinni, tí Umhvørvisflokkurin fór burturúr stjórnini.[3] Tann 29. november varð hon umsíðir góðkend fyri aðru ferð í eina viku sum kvinna í forsætismálaráðnum, tá 101 limir av teimum 349 í Ríkisdegnum atkvøddu fyri henni, meðan 75 lótu vera við at atkvøða, og 173 atkvøddu ímóti henni. Harvið var Magdalena Andersson á øðrum sinni í fimm dagar vald til forsætisráðfrú í Svøríki – sum fyrsta kvinnan nakrantíð. Hon tók við embætinum sum forsætisráðfrú og leiðari fyri eina stjórn bara við Javnaðarflokkinum hin 30. november 2021. Magdalena Andersson tók við eftir Stefan Löfven, sum í summar boðaði frá, at hann fór at gevast í politikki.[3][7][8][2]

Hósdagin 15. september 2022 hevur hon biðið formannin í svenska Ríkisdegnum, um at loysa seg úr embætinum sum forsætisráðfrú, tí at borgarligi vongurin hevði vunnið svenska ríkisdagsvalið sunnudagin 11. september 2022 við 176 tingsessum móti 173.[9]

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

🔥 Top keywords: