Magdeburg

Magdeburg er høvuðsstaður í týska stakríkinum Sachsen-Anhalt.

Magdeburg

Áin Elbe rennur tætt fram við býnum.

Við árslok 2018 búðu 238.697 fólk í býnum.[1] Harvið er Magdeburg næststørsti býur í Sachsen-Anhalt, næst eftir Halle.

Søga

Fyrstu ferð, Magdeburg verður nevndur í skrivligum keldum, er tað í miðøldini. Býurin verður umrøddur sum Magadoburg í einum skjali frá árinum 805. Í 968 varð sjálvstøðugt erkibiskupssetur stovnað í Magdeburg.[2] Tá tríatiárakríggið herjaði í Týsklandi, varð býurin í 1631 fullkomiliga oyðilagdur.Í 1680 gjørdist Magdeburg partur av kurfúrstadøminum Brandenburg. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.

Myndir

Kend fólk

  • Jacob Praetorius (ca. 1520 – 1586)
  • Otto von Guericke (1602–1686)
  • Georg Philipp Telemann (1681–1767)
  • Werner von Siemens (1816–1892)
  • Henning von Tresckow (1901–1944)

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

11°37′00″E / 52.13333°N 11.61667°E / 52.13333; 11.61667

Keldur

🔥 Top keywords: