Margrethe Vestager

Margrethe Vestager Hansen (fødd 13. apríl 1968 í Glostrup) er danskur politikari, EU-ráðharri. Hon er útbúgvin løgfrøðingur. Hon var búskapar- og innlendismálaráðharri í Danmark frá 3. oktober 2011 til 2014. Hon var formaður fyri Det Radikale Venstre frá 2007 til 2014.

Margrethe Vestager
er eittmenniskja
Fødd(ur)13. apr 1968 í/á Glostrup
Alma materKøbenhavns Universitet, Varde Gymnasium
Starvpolitikari, yrkjari
Politiskur flokkurRadikale Venstre
Foreldurmóðir Bodil Tybjerg faðir Hans Vestager
Máldanskt mál, Enskt mál, Franskt mál
Dátuheiti
ISNI0000000429129094
VIAF307283086
LCAuthn2016036857
CommonsMargrethe Vestager

Lívsleið

Politisk

Hon var politiskur leiðari av Radikale Venstre og var búskapar- og innlendismálaráðharri frá 3. oktober 2011 til 2014. Hon var eisini varaforsætisráðharri í Danmark frá 2011 til 2014. Harumframt var hon kirkjumálaráðharri frá 1998 til 2000, kenslumálaráðharri 1998-2001. Hon gjørdist politiskur leiðari fyri Radikale Venstre eftir Marianne Jelved hin 15. juni 2007. Hon var formaður fyri fólkatingsbólkin hjá flokkinum 2007 til 2011.

Privat

Bæði foreldur hennara eru sóknarprestar: Hans Vestager (føddur 1945) Bodil Tybjerg (fødd 1946). Hon vaks upp í Ølgod. Í 1986 gjørdist hon studentur frá Varde Gymnasium, og í 1993 varð hon útbúgvin sum cand.polit. við Københavns Universitet. Hon hevur starvast sum fultrúði í danska Fíggjarmálaráðnum 1993-95, serráðgevi í danska Búskaparmálaráðnum 1995-97 og skrivstovustjóri sama stað 1997-98. Hon er gift við studentaskúlalærara Thomas Jensen (1966-), saman hava tey tríggjar døtur.

Keldur


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: