Martinique

Martinique
Flagg Martinique
(Flagg Martinique)
Tjóðarslagorð: Liberté, égalité, fraternité
Tjóðsangur: La Marseillaise
Alment málFranskt
HøvuðsstaðurFort-de-France
ForsetiFrançois Hollande
ForsætisráðharriSerge Letchimy
FullveldiEinki a
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,128 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
386,486
340/km²
GjaldoyraEvra
TíðarøkiUTC -4
Økisnavn á alnetinum.fr
Telefonkota+596
a Er hjáland til Fraklandi.

Martinique er ein oyggj í Karibiska havinum og politiskt hoyrir til Frakland.

Fólkatalið er umleið 386.000 íbúgvar. Høvuðsstaðurin eitur Fort-de-France, og hevur 94.049 íbúgvar í sjálvari kommununi, og 134.727 íbúgvar í øllum Fort-de-France-økinum. Hetta ger Fort-de-France til ein av størstu býunum í Karibia.

Søga

Í 1502 setti Kristoffur Kolumbus segl og fór undir fjórðu og seinastu ferðina um Atlantshav. Tann 15. juni 1502 setti hann fótin á land og kannaði oynna í tríggjar dagar.Oyggin æt upprunaliga Madanina, Madinina ella Matanino.[1][2]

Martinique gjørdist franskt hjáland í 1635, og hevur síðan hoyrt til Frakland burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Stórabretlandi. Oyggin er nú ein av Fraklands 26 regiónum og sostatt eisini ein partur av Evropeiska Samveldinum. Mynteindin er evran.

Gosfjallið Mount Pelee

Mt. Pelee í 1902

Í 1902 varð størsti býurin á Martinique, Saint-Pierre, lagdur í oyði, tá ið vulkanin Mount Pelee fór at goysa ógvusliga, og nærum øll fólkini í býnum, umleið 28.000, lótu lív í náttúruvanlukkuni.

Ávisingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur


🔥 Top keywords: