Nassau (Bahamas)

Nassau er høvuðsstaðurin í Bahamaoyggjunum.

Tinghúsið í Nassau
Nassau.

Býurin, sum liggur á oynni New Providence, er eisini hin størsti í oyggjabólkinum Bahamaoyggjarnar. Í 2010 var fólkatalið 246.329.[1]

Býurin er handils- og samferðslumiðdepilin í landinum og har búgva um leið 70 % av øllum fólkinum í Bahamaoyggjunum.

Søga

Bretsk niðursetufólk búsettu seg har í 1670. Tey bygdu skansavirki og niðursetubygdina, sum kallaðist Charles Town. Men nøkur ár seinni, 1695, gav enski guvernørurin, Nicholas Trott, bygdini navnið Nassau, Vilhjálmi kongi til heiðurs, sum var av Orania-Nassau-ættini.[2]

Sí eisini

Ávísingar úteftir

77°20′0″W / 25.06667°N 77.33333°W / 25.06667; -77.33333

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

🔥 Top keywords: