Persónur (máll.)

(Ávíst frá Persónsfornavn)

Persónar eru tríggir í tali í føroyskari málfrøði. Teir verða lýstir við persónsfornøvnum. Hesi persónsfornøvnini verða bend í føllum, tølum og kyni á júst sama hátt sum navnorð. Teir tríggir persónarnir eru:

  1. Fyrsti persónur er tilsiping til sín sjálvs, ella til ein bólk,´ið ein sjálvur er partur av. Á føroyskum sipa hesi persónsfornøvnini til 1. persón: eg, meg, mær, mítt, mín, míni osfr.
  2. Annar Persónur er tann ella tað, ið talað verður við í beinleiðis talu. 2. persónur hevur hesi persónsfornøvnini: tú, teg, tær, títt, tín, tíni osfr.
  3. Triði persónur er tann ella tað, ið talað verður um. Hesi persónsfornøvnini standa í 3. persóni: hann, hon, tað, honum, hansara, hana, hennara, tí, tess, sín, sítt osfr.

Sagnorð verða m.a. bend í persónum.

Bending av persónligum hjáorðum í føllum, tølum og kynum:

eintal1. persónur2. persónur3. persónur
hvørfalleghann, hon tað
hvønnfallmegteghann, hana, tað, seg
hvørjumfallmærtærhonum, henni, tí, sær
hvørsfallmín, mín, mítttín, tín, títthansara, hennara, tess, sín, sítt
fleirtal1. persónur2. persónur3. persónur
hvørfallvittitteir, tær, tey
hvønnfallokkumtykkumteir, tær, tey, seg
hvørjumfallokkumtykkumteimum, sær
hvørsfallokkaratykkarateirra, síni

1. persónur og 2., t.e. mín og tín ávíkavist, umframt afturbenda fornavnið, sín, í eintali og hvørsfalli weu sermerkt við, at tey kunnu bendast umaftur í føllum og tølum. Hesi verða tá nevnd Ognarfornøvn
eintal1. persónur2. persónur3. persónur
hvørfallmín, mín, mítttín, tín, títtsín, sín, sítt
hvønnfallmín, mína, mítttín, tína, títtsín, sína, sítt
hvørjumfallmínum, mínari, mínumtínum, tínari, tínumsínum, sínari, sínum
hvørsfallmíns, mínar, mínstíns, tínar, tínssíns, sínar, síns
fleirtal1. persónur2. persónur3. persónur
hvørfallmínir, mínar, mínitínir, tínar, tínisínir, sínar, síni
hvønnfallmínar, mínar, mínitínar, tínar, tínisínar, sínar, síni
hvørjumfallmínum, mínum, mínumtínum, tínum, tínumsínum, sínum, sínum
hvørsfallmína, mína, mínatína, tína, tínasína, sína, sína

Sum sagt verða sagnorð m.a. bend í persónum:
 
eintal1. persónur2. persónur3. persónur
at veraeg eritú ert(hann/hon/tað) er
at skrivaeg skrivitú skrivar(hann/hon/tað) skrivar
at sleppaeg sleppitú sleppur(hann/hon/tað) sleppur
fleirtal1. persónur2. persónur3. persónur
at veravit erutit eru(teir/tær/tey) eru
at skrivavit skrivatit skriva(teir/tær/tey) skriva
at sleppavit sleppatit sleppa(teir/tær/tey) sleppa
🔥 Top keywords: