Rani Nolsøe

føroyskur gittarleikari, sangari og sangsskrivari

Rani Nolsøe er føroyskur gittarleikari, sangari og sangsskrivari. Rani er klaksvíkingur. Umframt at vera kendur innan føroyskan tónleik, so er Rani Nolsøe eisini kendur sum telvari.

Frændur

Rani er kendur úr bólkinum Frændur og skrivar bæði orð og løg til bólkin. Frændur vóru nógv frammi í 1980-unum, men enn í dag hava Frændir konsertir í Føroyum, og eisini eru teir av og á í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn og framføra, har nógv fólk plaga at savnast saman. Í 2009, tá 25 ár vóru liðin, síðan Frændur veruliga gjørdu vart við seg, gav bólkurin út eina spildur nýggja útgávu, sum kom út 21. november 2009.

Ársins herðaklapp

Tónleikabólkurin Frændur fekk heiðurin "Ársins herðaklapp 2009", sum Miðlahúsið letur á hvørjum ári henda heiður til onkran, sum hevur havt serstakan týdning fyri føroyska tónleikaheimin.

Stjóri í Íverksetarahúsinum

Í løtuni er Rani Nolsøe virkin í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, har hann er stjóri. Hann hevur eisini starvast sum lærari í heimsspeki (filosofi) í TSK (Tekniska Skúla í Klaksvík). Rani er kendur fyri sín frálíka gittarleik, og hevur hann verið gittarleikari hjá sangarinnum sum Arnfríð Lútzen og Ingibjørg Hansen.

Keldur


Ávisingar úteftir


🔥 Top keywords: