Sambindingarorð

Mállæra
Kyn:
  • Hvørkikyn
  • Felagskyn
  • Kallkyn
  • Kvennkyn
Orðaflokkar:
Føll:
  • Hvørsfall
  • Hvønnfall
  • Hvørjumfall
  • Hvørfall
  • Vokativ
Bendingarformar í tíð:
  • Boðsháttur
  • Navnháttur
  • Nútíð
  • Tátíð
  • Núliðin tíð
  • Táliðin tíð

Sambindingarorð (á latíni: coniunctio; á enskum: conjunction) eru smáorð, sum binda saman einstøk orð, setningsliðir og heilar setningar.[1][2][3]

Á føroyskum verða tvey sløg av sambindingarorðum nýtt:

  • Javnskipandi sambindingarorð (coordinating conjunction á enskum[4])
Orð av hesum slagi eru t.d.: og, bæði-og, ella, hvørki-ella, annaðhvørt-ella, men.
  • Undirskipandi (ella innskipandi) sambindingarorð (subordinating conjunction á enskum[5])
Orð av hesum slagi eru t.d.: at, tí at, av tí at, tá ið, til, fyrr enn, so, so at, um, sum, hóast, har ið, uttan.

Vanligastu sambindingarorðini á føroyskum eru og, at og sum.

Sambindingarorð bendast ikki.

Hygg eisini at

Keldur

🔥 Top keywords: