Skeiva tornið í Pisa

Skeiva tornið í Pisa (italskt: Torre pendente di Pisa) er eitt víðagitið ferðamannamál í italska býnum Pisa. Klokkutornið frá miðøld, ið stendur beint við dómkirkjuna í Pisa, er 56,70 (ella 55,86) metrar høgt og tvørmátið á torni er 12 metrar.Milliónir av fólkum hava traðkað tey 296 (ella 294) trappustigini upp í toppin.

Skeiva tornið í Pisa í 2006.
Skeiva tornið og dómkirkjan í 2014.

Søga

Skeiva tornið varð bygt í trimum stigum yvir eitt 200 ára langt tíðarskeið. Longu tá byrjað var at byggja tornið í 1100-talinum, mátti arbeiðið støðgað, tí tað tók at hella suðureftir. Tá var bygningurin bert í trimum hæddum. Í 1198 vórðu tær næstu fýra hæddirnar bygdar í vinkul í mun til lægru hæddirnar fyri at viga upp móti skeivleikanum. Í 1372 varð ovasta hæddin bygd, og rúmið fylt við klokkum.

So við og við gjørdist tornið eitt ferðafólkamál.Men seinast í 1900-talinum gjørdist hallið so stórt, at tað gjørdist vandamikið fyri vitjandi.Tá varð hallið mett til 5,5 stig. Tað merkir, at ovasti parturin av torninum hekk 4,5 metrar uttan fyri fótin á torninum.

Fyrst í 1990-árunum varð tornið stongt fyri almenninginum og ein stór bjargingarroynd varð sett í verk, tí tað var ikki bert vandi fyri, at 800 ára gamla tornið skuldi koppa; eisini grótlaðingin sá út til at spreingjast orsaka av stóra trýstinum. Tornið varð latið upp aftur í 2001.[1]

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

10°23′46.73″E / 43.7230056°N 10.3963139°E / 43.7230056; 10.3963139

Keldur

🔥 Top keywords: