Tunlar í Føroyum

Í Føroyum eru 20 tunlar, harav 3 undirsjóvartunlar. Hvalbiartunnilin var fyrsta berghol í Føroyum. Tað var liðugt í 1963. Hann er millum Trongisvág og Hvalba. Nógvir aðrir tunlar eru eisini í Føroyum, t.d. 13 vatnorkutunlar. Fyrsti vatnorkutunnilin í Føroyum er stívliga 100 m og gongur ígjøgnum ein heygg millum Ryskivatn og rørini, sum vórðu løgd oman í Botn vestantil á Suðuroynni, har fyrsta ravmagnsverk varð bygt í 1921. Longsti vatnorkutunnilin í Føroyum er ein vatnorkutunnil í Eysturoynni, hann er 6,6 km langur úr Norðskála í Eiðisvatn. Longsti vegatunnil í Føroyum er Eysturoyartunnilin við 11.200 metrum.

Vágatunnilin.
Hvannasundstunnilin.

Yvirlit yvir tunlar í Føroyum

Koyritunlarnir í Føroyum eru hesir:[1]

NavnByggiárLongd (m)KoyribreytirFríhædd (m)
Hvalbiartunnilin1963145013,2
Árnafjarðartunnilin1965168012,8
Hvannasundstunnilin1967212012,8
Sandvíkartunnilin1969150013,2
Norðskálatunnilin1976252024,5
Leynartunnilin197776024,5
Villingadalstunnilin1979119313,4
Mikladalstunnilin1980108213,7
Ritudalstunnilin198068313,8
Trøllanestunnilin1985224813,5
Leirvíkartunnilin1985223824,6
Kunoyartunnilin1988303114,3
Kollfjarðartunnilin1992281624,6
Sumbiartunnilin1997324024,3
Vágatunnilin2002490024,6
Gásadalstunnilin2005141014,6
Norðoyatunnilin2006630024,6
Hovstunnilin2007243724,6
Viðareiðistunnilin2016193924,6
Eysturoyartunnilin20201120024,6

Íroknað í hesum lista eru ikki onnur sløg av tunlum enn koyritunlar, til dømis vatnsavningartunlar ísv. vatnorkuverk.

Uppskot um nýggir tunlar

Nógv uppskot hava verið um nýggjar tunlar í Føroyum millum ár og dag. Í 2007 gjørdi Landsverk "Heildarætlan 2008-2020", ið m.a. lýsti ymsar nýggjar tunlar, herundir longdir, kostnað og netto samfelagsvirði av ymsum nýggjum tunlum. Niðurstøðurnar í heildarætlan 2008-2020" viðv. nýggjum tunlum vóru:[2]

TunnilLongd (m)Kostnaður (mió. kr.)Nettonytta (mió. kr.)Stutt frágreiðing
Nýggjur Hvalbiartunnil2120155-150Nýggjur Hvalbiartunnil (2120m) og nýggjur vegur í Hvalba
Tunnil til Dals3060125-145Nýggjur Dalstunnil (3060) og nýggir vegir báðumegin
Tunnil um Sandarlíð38040-51Nýggur og dagførdur vegur, tunnil (380 m) um mittasta teinin
Sandoyartunnil10800676-384Undirsjóvartunnil millum Gomlurætt og Sandoy, ferja til Hest
Tjørnuvíkartunnil136064-75Nýggjur Tjørnuvíkartunnil (1360) við vegum
Tunnil Norð um Fjall (Klaksvík-Norðdepil)3040263-283Nýggir tunlar, uml. sama stað sum núverandi, dagf. av vegunum (+vegur um Klaksv.)
Kambsdalstunnil30001712367 (íroknað Eysturoyartunnil)Eins gott alternativ er Gøtudalstunnil

Keldur

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: