Algebraisk uppskriving

Algebraisk uppskriving er ein uppskrivingarháttur at endurgeva talv við, og sum verður nýttur í kappingum, bókum og bløðum.

Lýsing

Hvørt talvfólk er merkt við byrjanarstavi, sum lýsir fólkið, og byrjar tað við einum stórum stavi, til dømis: K = Kongur, F = Frúgv, R = Rókur, B = Bispur og Ri = Riddari. Finnan hevur ongan byrjanarstav. Leikir við finnuni verða einans skrivaðir við navninum á puntinum.

Við hesum skriviháttinum eru tveir møguleikar, sum eru hin stutti - sum er hin mest vanligi - og hin langi skrivihátturin. Við stutta skriviháttinum skrivar ein bara, hvar ávísa fólkið verður leikt til, t.d. Ra4. Og við langa skriviháttinum verður eisini skrivað, hvaðani fólkið kemur, t.d. Ra1-a4. Tó at stutti hátturin verður nýttur, er onkuntíð neyðugt eisini at skriva, hvaðani fólkið kemur, um ivi er um, hvat fólk talan er um.

Dømir um uppskriving

Stutti hátturinLangi hátturinFrágreiðing
e4e2-e4Finnan á e2 verður leikt á e4. Vit stutta háttinum sæst ikki her, um finnan kemur av e2 ella e3
Bc4Bf1-c4Bispurin verður leiktur á c4
Rif3Rig1-f3Riddarin verður leiktur á f3
Fd4Fd1-d4Frúgving verður leikt á d4
Rxa4Ra2xa4Rókurin drepur fólk hjá mótpartinum á a4. Tá ein drepur, verður skrivað x ímillum
dxe5d4xe5Finnan á d-linjuni drepur fólk hjá mótpartinum á e5
dxc6 epd5xc6 epFinnan á d5 drepur finnuna á c5 í framlopi. Vit skriva ep aftanfyri (franskt: en passant)
0-00-0Hvítur ella svartur leypir í stuttu borg
0-0-00-0-0Hvítur ella svartur leypir í longu borg
b8Fb7-b8FFinnan á b7 verður leikt á b8, og verður samstundis býtt um við eina frúgv
Rg8+Rg2-g8+Rókurin verður leiktur á g8 og hóttir hann kongin hjá mótpartinum. Rókurin skákar, og tá skriva vit +
Rb1++Rb6-b1++Rókurin verður leiktur á b1 og setur kongin hjá mótpartinum skák og mát. Tá skriva vit ++ ella #
R2g4Rg2-g4Rókurin verður leiktur av g2 á g4. Er ivamál, hvønn rók talan er um, skal ein við stutta háttinum lýsa tað nærri
🔥 Top keywords: