Burgundarsnigil

Burgundarsnigil (danskt: vinbjergsnegl - frøðiheiti: Helix pomatia) er størsti landsnigil við skel í Evropa. Burgundarsnigil[1] hevur verið aldur til matna síðan rómverjatíðina, serliga í Fraklandi, harav navnið "Burgundy snail" (Escargot de bourgogne). Til Norðurlond bleiv hann helst innfluttur í miðøldini av katólskum munkum sum ótu hann í føstuni, tá ikki var loyvt at eta kjøt. Í Føroyum varð hann aldur í nøkur ár, men hann megnar ikki at nørast uttandura her, tí føroyska summarið er ov kalt. Hann er eisini innfluttur til einstakar privatar urtagarðar í Føroyum, og er funnin nakrar ferðir sum sløðingur, kanska frá hesum urtagørðum, ella innsløddur við matvørum.[2][3]

Burgundarsnigil

Vísindaflokking
Ríki:Animalia
Fylki:Mollusca
Flokkur:Gastropoda
Hópur:Pulmonata
Ætt:Helicidae
Slekt:Helix
Slag:H. pomatia

Skelin er 30–50 mm breið og 30–45 mm til hæddar, og hevur 5 til 6 snúningar. Liturin á skelini varierar frá rómalittum til ljósabrúnt.

Myndir

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

🔥 Top keywords: