Bye Bye Bluebird

Land Føroyar
Málføroyskt, danskt,
enskt, franskt
SjangraRoadmovie
LeikstjórnKatrin Ottarsdóttir
FramleiðariAnnette Nørregaard-Jensen
LeikritKatrin Ottarsdóttir
TónleikurHilmar Örn Hilmarsson
Spælitíð97 min
Útgávuár1999

Bye Bye Bluebird er ein føroyskur filmur eftir Katrini Ottarsdóttur úr 1999. Høvuðsleikarar í filminum eru Sigri M. Gaïni, Hildigunn Eyðfinnsdóttir og Johan Dalsgaard. Filmurin er framleiddur í Føroyum.

Filmurin er ein "roadmovie", ið fylgir tær báðar Rannvá og Barbara, tá tær venda heim til Føroyar, eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár. Bye Bye Bluebird vann fimm heiðurslønir, m.a. Prize of the Ecumenical Jury – Special Mention á Mannheim - Heidelberg International Filmfestival og Audience Award á Rotterdam International Film Festival.

Einasti útbúni føroyski filmsleikstjórin tá – Katrin Ottarsdóttir var klár við Bye Bye Bluebird í 1999. Bye Bye Bluebird er seinasti heili spælifilmur, ið er framleiddur í Føroyum.

Søgugongd

Tær báðar ungu vinkonurnar, Rannvá (Hildigunn Eyðfinsdóttir) og Barba (Sigri Mitra Gaïni), venda aftur til Føroya eftir fleiri ár í útlondum.

Leikarar

Virðirslønir

Sí eisini