Pussy Riot

Pussy Riot er ein russiskur feministiskur punkrokkbólkur. Bólkurin byrjaði í 2011. Hesin bólkur hevur fingið sera nógva umrøðu bæði í Russlandi og í nógvum øðrum londum, eftir at tær høvdu eina óalmenna konsert í einum katedrali í Moskva í mars 2012. Tríggjar av limunum í Pussy Riot blivu handtiknar og ákærdar fyri hoolinaismu. Tær hava biðið um umbering fyri at tær kanska hava fornermað trúgvandi fólk í Russlandi, tað var ikki tað sum var meiningin. Tað sum tær vildu var at vísa sína ónøgd við Putin, sum tá førdi valstríð til forsetavalið í Russlandi. Tær eru ímóti honum og hansara meiningum, og tað dylja tær ikki fyri. Tær sungu mótmælissangir móti Vladimir Putin inni í katedralinum, ein sonevnd punkbøn, og nú eru tær ákærdar eftir lógum, sum kunnu geva upp til 7 ára fongsul. Ákærin vil hava at tær skulu fáa trý ára fongsulsrevsing í part.[1]

Pussy Riot.

Altjóða stuðul frá kendum tónleikarum

Feministiski punk-rokkbólkurin úr Russlandi hevur fingið sera nógvan stuðul frá kendum tónleikarum úr øðrum londum, sum halda tað vera órímiligt, at kvinnurnar skulu fáa so harða revsing fyri at siga sína meining um ein politikara. Av teimum sum stuðla Pussy Riots kunnu eitt nú nevnast: Red Hot Chilli Peppers,[2] Sting,[2] John Cale,[3] Peter Gabriel,[4] Faith No More,[5] Alex Kapranos of Franz Ferdinand,[6] Neil Tennant frá Pet Shop Boys,[6] Patti Smith,[7] Die Antwoord,Fyrimynd:Cn Jarvis Cocker,[6] Pete Townshend,[6] The Joy Formidable,[6] Peaches,[5] Madonna,[8] Genesis,[9] Tegan and Sara,[10] Johnny Marr,[6] Iiro Rantala,[9] Propagandhi,[11] Anti-Flag,[9] Corinne Bailey Rae,[6] Kathleen Hanna,[12] Björk,[13] og Yoko Ono.[4] Bretski skemtarin Stephen Fry hevur eisini víst sín stuðul til bólkin á sínum Twitter profili.[14]

Keldur

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: