EB/Streymur

føroyskt fótbóltsfelag
EB/Streymur
NavnEB/Streymur
Stovnað1993
LeikvøllirÍ Hólmanum
Eiði
Rúmd1.000
FormaðurFøroyar Jógvan í Skorini
HøvuðsvenjariFøroyar Sigfríður S. Clementsen
LigaBetrideildin
20236. pláss (Betrideildin)
Heimasíðahttp://www.ebstreymur.fo
Heimavøllur
Útivøllur

EB/Streymur er eitt fótbóltsfelag í Sundalagnum, sum varð stovnað í 1993 við at Eiðis Bóltfelag (EB) av Eiði (stovnað 1913) og Ítróttarfelagið Streymur (stovnað 1976) løgdu saman. Heimavøllurin var fyrstu árini á Mølini á Eiði, men frá 2006 til 2017 vóru heimadystirnir leiktir frammi við Margáir í Streymnesi. Í 2017 stóð snotiliga stadionøkið klárt í Hólmanum á Eiði, og fyrstalið leikti sínar heimadystir har í 2018 og 2019, meðan ítróttarøkið við Margáir varð umvælt. Í 2020 vóru heimadystirnir við Margáir og í 2021 aftur í Hólmanum. Avtalað er, at skifta heimavøll einaferð um árið - millum Eiði og Streymnes.

EB/Streymur var fyrstu ferð í bestu deildini í 1994, men endaði niðast, og flutti niður. Í 2001 vóru teir aftur í bestu deildini hjá monnum, og har hildu teir sær í fleiri ár, men í 2015 endaði liðið á aftasta plássi í Effodeildini og flutti niður í 1. deild. Í 2016 vann EB/Streymur 1. deild við 67 stigum og flutti upp aftur í bestu deildina, har teir hava verið síðani.

Í 2022 endaði EB/Streymur nr. 5 í Betrideildini.

Sigrar

EB/Streymur og FC Suðuroy dystast um Løgmanssteypið flaggdagin 2010. EB/Streymur vann 4-1.
2008, 2012
2007, 2008, 2010, 2011
2011, 2012, 2013
2000

UEFA Cup, UEFA Champions League og Europa League

EB/Streymur hevur fleiri ferðir luttikið í UEFA Europa League. Í 2013 komu teir víðari eftir 1. innleiðandi rundu (1. kvalifikasjónsrunda).

  • Q= Kvalifikatión (Qualification)
TíðarskeiðKappingRundaLandFelagHeimaÚtiSamanlagt
2007–08UEFA Cup1  FinnlandMyPa-471–10–11–2
2008–09UEFA Cup1  OnglandManchester City0–20–20–4
2009–10UEFA Champions LeagueQ2  KýprosAPOEL Nicosia0–20–30–5
2010–11Europa LeagueQ1  SvøríkiKalmar FF0–30–10–4
2011–12Europa LeagueQ2  AserbadjanQarabağ1–10–01–1
2012/13Europa LeagueQ1  ArmeniaGandzasar3–10–23–3 (a)
2013–14UEFA Champions LeagueQ1  AndorraLusitanos5–12–27–3
Q2  GeorgiaDinamo Tbilisi1–31–62–9

Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


🔥 Top keywords: