UEFA Europa League

UEFA Europa League (á føroyskum eisini nevnd Evropaligan) er ein fótbóltskapping fyri evropeisk feløg, sum er fyriskipað av tí evropeiska fótbóltssambandinum UEFA. Tað er tann næst týdningarmesta kappingin fyri evropeisk feløg, næst eftir Champions League.

UEFA Europa league

Kappingin var kend sum UEFA Cup áðrenn juni 2009,[1][2], samstundis var kappingarbygnaðurin broyttur frá 2009/2010-sesongini. Europa League og UEFA Cup verða sæð sum sama kapping, har navnabroytingin bert er eitt nýskapandi brand.

Kappingin byrjaði í 1971 og kom í staðin fyri Inter-Cities Fairs Cup, sum varð stovnað hin 18. apríl 1955. Fyrsta liðið, ið vann kappingina var Tottenham Hotspur. Í 1999 var UEFA Cup Winners' Cup afskaffað og lagt saman við UEFA Cup.[3] Frá 2005/6 var innført eitt bólkaspæl, áðrenn liðini skuldu fara víðari til knock-out-støðið. Við navnabroytingini í 2009 varð Intertoto Cup innlimað í kappingina, og tað førdi tað við sær, at fleiri lið skuldu luttaka í kappingini, samstundis sum bólkaspælið var víðkað og kvalifikasjónskrøvini vóru broytt.

Chelsea F.C. eru verandi meistarar frá 2013.

Føroyar í Evropaliguni

Føroyar hava luttið í Europa League í fleiri ár. Í 2013 luttóku fýra føroysk feløg: EB/Streymur og Víkingur, sum bæði megnaðu at koma víðari eftir 1. rundu, og HB og ÍF, sum ikki komu víðari.

Finaluúrslit

Inter-Cities Fairs Cup

1955-58  London XI - Barcelona2-8 (2-2, 0-6)
1958-60Birmingham - Barcelona1-4 (0-0, 1-4)
1960-61Birmingham - Roma2-4 (2-2, 0-2)
1961-62Valencia - Barcelona7-3 (6-2, 1-1)
1962-63Dinamo Zagreb - Valencia1-4 (1-2, 0-2)
1963-64Real Zaragoza - Valencia2-1 (Camp Nou, Barcelona)
1964-65Juventus - Ferencvaros0-1 (Stadio Comunale, Torino)
1965-66Barcelona - Real Zaragoza4-3 (0-1, 4-2 efs.)
1966-67Dinamo Zagreb - Leeds2-0 (2-0, 0-0)
1967-68Leeds - Ferencvaros1-0 (1-0, 0-0)
1968-69Newcastle - Ujpest6-2 (3-0, 3-2)
1969-70Anderlecht - Arsenal3-4 (3-1, 0-3)
1970-71Juventus - Leeds3-3 (2-2, 1-1) Leeds vann við flest skoraðum útivallamálum.

UEFA Cup

1971-72  Wolverhampton - Tottenham2-3 (1-2, 1-1)
1972-73Liverpool - Mönchengladbach3-2 (3-0, 0-2)
1973-74Tottenham - Feyenoord2-4 (2-2, 0-2)
1974-75Mönchengladbach - Twente5-1 (0-0, 5-1)
1975-76Liverpool - Club Brügge4-3 (3-2, 1-1)
1976-77Juventus - Athletic Bilbao2-2 (1-0, 1-2), Juventus vann við flest skoraðum málum á útivølli.
1977-78Bastia - PSV Eindhoven0-3 (0-0, 0-3)
1978-79Røde Stjerne - Mönchengladbach1-2 (1-1, 0-1)
1979-80Mönchengladbach - Frankfurt3-3 (3-2, 0-1), Frankfurt vann við flest skoraðum útivallamálum.
1980-81Ipswich - AZ Alkmaar5-4 (3-0, 2-4)
1981-82IFK Göteborg - Hamburger SV4-0 (1-0, 3-0)
1982-83Anderlecht - Benfica2-1 (1-0, 1-1)
1983-84Anderlecht - Tottenham2-2 (1-1, 1-1 efs.), Tottenham vann 4-3 við brotssparki.
1984-85Videoton - Real Madrid1-3 (0-3, 1-0)
1985-86Real Madrid - FC Köln5-3 (5-1, 0-2)
1986-87IFK Göteborg - Dundee Utd2-1 (1-0, 1-1)
1987-88Espanyol - Leverkusen3-3 (3-0, 0-3 efs.), Leverkusen vann 3-2 við brotssparki.
1988-89Napoli - Stuttgart5-4 (2-1, 3-3)
1989-90Juventus - Fiorentina3-1 (3-1, 0-0)
1990-91Inter - Roma2-1 (2-0, 0-1)
1991-92Torino - Ajax2-2 (2-2, 0-0), Ajax vann við flest skoraðum málum á útivølli.
1992-93Dortmund - Juventus1-6 (1-3, 0-3)
1993-94Arsenal - Parma1-0 (0-0, 1-0)
1994-95Parma - Juventus2-1 (1-0, 1-1)
1995-96Bayern München - Bordeaux5-1 (2-0, 3-1)
1996-97Schalke 04 - Inter1-1 (1-0, 0-1 efs.), Schalke 04 vann 4-1 við brotssparki.
1997-98Inter - Lazio3-0 (Parc des Princes, París)
1998-99Parma - Marseille3-0 (Lusjniki Stadion, Moskva)
1999-2000Galatasaray - Arsenal0-0, Galatasaray vann 4-1 við brotssparki (Parkin, Keypmannahavn)
2000-01Liverpool - Alavés5-4 efs. (Westfalenstadion, Dortmund)
2001-02Feyenoord - Dortmund3-2 (De Kuip, Rotterdam)
2002-03Porto - Celtic3-2 efs. (Olimpico, Sevilla)
2003-04Valencia - Marseille2-0 (Ullevi, Göteborg)
2004-05CSKA Moskva - Sporting3-1 (Estádio José Alvelade, Lissabon)
2005-06Middelsbrough - Sevilla FC0-4 (Philips Stadion, Eindhoven)
2006-07RCD Espanyol - Sevilla FC2-2 efs., Sevilla vandn 3-1 við straffesparki (Hampden Park, Glasgow)
2007-08Zenit Skt. Petersborg - Rangers F.C.2-0 (City of Manchester Stadium, Manchester)
2008–09FC Shakhtar Donetsk - Werder Bremen2-1 efs. (Şükrü Saracoğlu Stadion, Istanbul)

Europa League

2009–10Atlético Madrid - Fulham2-1 (HSH Nordbank Arena, Hamborg)
2010–11FC Porto - S.C. Braga1-0 (Aviva Stadium, Dublin)
2011–12Atlético Madrid - Athletic Bilbao3-0 (National Stadium, Bukarest)
2012–13Benfica - Chelsea F.C.1-2 (Amsterdam ArenA, Amsterdam)
2013–14Sevilla FC - Benfica0-0 (Juventus Stadium, Torino). Sevilla vann 4-2 við brotssparkkapping
2014–15Dnipro Dnipropetrovsk - Sevilla FC2-3 (Stadion Narodowy, Warszawa).

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: