Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens

mentanarvirðisløn

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári.

M.A. Jacobsen

Um virðislønirnar

Fyrsta virðislønin varð latin í 1958.[1][2] Nú á døgum verður Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.

Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Í skrivandi stund (2020) eru hesi limir í nevnd M.A. Jacobsens: Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Vónbjørt Vang býarbókavørður er skrivari. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.[1][3]

Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.

Virðislønirnar verða latnar 17. september, sum er føðingardagur M. A. Jacobsens. Býráðsformaðurin handar vanliga vanliga teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi frá fimmmannanevndini, har tilskilað er, hvørji verk, virðislønirnar eru givnar fyri, og hvat nevndin metti gjørdi verkini virðislønarverd. Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað.

Hesi hava fingið virðislønir gjøgnum árini

Síðan 1969

 FagurbókmentirYrkisbókmentirAnnað mentanaravrik
2023Katrin Ottarsdóttir[a]Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir[b]Trygvi Danielsen[c][4][5][6]
2022Carl Jóhan JensenNils OhrtDet Feröische Compagnie[7]
2021EinginJógvan í Lon JacobsenTrond Trosterud[8]
2020Lív Maria Róadóttir Jæger[d]Hjalmar P. Petersen [e]Jógvan D. Hansen [f]
2019Oddfríður Marni RasmussenHanus KambanBernharður Wilkinson
2018Rannvá Holm Mortensen[11]EinginEdward Fuglø
2017Sissal KampmannEinginSimme Arge Jacobsen
2016Heðin M. Klein[g]EinginEilif Samuelsen[h]
2015Carl Johan Jensen [i]Jóan Pauli Joensen [j]Jákup Veyhe
2014Kim SimonsenÓli OlsenMargreta Næss
2013Katrin Ottarsdóttir [k]Poul JespersenTurið Sigurðardóttir [l]
2012Jóanes Nielsen [m]Eivind WeyheJens-Kjeld Jensen
2011EinginNicolina Jensen Beder [n]Jógvan Isaksen [o]
2010Tóroddur Poulsen [p]Rógvi Mouritsen [q]Bjørki Geyti [r]
2009Vida Akselsdóttir Højgaard[20]Birgar Johannessen [s]Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
og Oddfríður Marni Rasmussen [t]
2008Sólrún MichelsenHanus KjølbroAnna Kirstin Thomsen
2007Martin JoensenPetur Jacob SigvardsenLaura Joensen
2006Carl Jóhan JensenGuðrun GaardEbba Hentze
2005EinginTurið KjølbroJón Tyril
2004Sigri M. GaïniGianfranco ContriMortan Winther Poulsen
2003EinginMarianne ClausenVilhelm Magnussen
2002Oddvør JohansenAndras MortensenKristian Blak
2001Annfinnur í SkálaBogi HansenZacharias Hammer
2000Oddfríður Marni RasmussenZakarias WangRigmor Restorff
1999EinginDorete BlochMartin Tórgarð
1998EinginJ.P. GregoriussenFrits Johannesen
1997Petur JensenDoris HansenÓlavur Hátún
1996EinginElin Súsanna JacobsenÁrni Dahl
1995Kári P.Martin NæsEingin
1994EinginJógvan IsaksenEingin
1993Jens Pauli HeinesenMalan MarnersdóttirOskar Hermannsson
1992Tóroddur PoulsenEinginEingin
1991Bárður JákupssonJóhan Hendrik Winther PoulsenEingin
1990D. P. DanielsenSvenning TausenEingin
1989Carl Jóhan JensenAxel TórgarðEingin
1988Rói PaturssonSigurd BerghamarKarsten Hoydal
1987Astrid JoensenEyðun AndreassenSigurð Joensen
1986Hanus AndreassenHans Jacob DebesEingin
1985Heðin M. KleinNiels Juel ArgeKristian O. Viderø
1984Jóanes NielsenJóhannes av SkarðiEingin
1983Oddvør JohansenJørgen M. OlsenPetur W. Háberg
1982Gunnar HoydalJóannes RasmussenEingin
1981Steinbjørn B. JacobsenErlendur PaturssonEingin
1980Christian MatrasHanus AndreassenEingin
1979Regin DahlBjarni NiclasenEingin
1978Hans ThomsenMaria Eide PetersenEingin
1977Alexandur KristiansenJeffrei HenriksenEingin
1976Richard LongÓluva Skaale og
Marius Johannesen
Eingin
1975William HeinesenSámal JohansenEingin
1974Guðrið HelmsdalJákup í JákupsstovuEingin
1973Jens Pauli Heinesen
og Regin Dahl
Einar Joensen, Poul Petersen
og Katrina Østerø
Eingin
1972EinginEinginEingin
1971EinginEinginEingin
1970EinginEinginEingin
1969Jens Pauli Heinesen [u]

Rói Patursson [v]

og Hans J. Glerfoss [w]

Hanus D. Joensen [x]

og Rólant Lenvig [y]

Eingin

Áðrenn 1969

Áðrenn 1969 vórðu hesar mentanarvirðislønir latnar:

 FagurbókmentirYrkisbókmentir/Mentanaravrik
1968EinginRobert Joensen [z]
1967Eingin heiðursløn varð latinJohanna Maria Skylv-Hansen
1966Hans Dalsgaard og Jógvan Símun Hansen
1965Christian Matras og Páll J. Nolsøe
1964Heðin Brú
1963Poul F. Joensen
1962Martin Joensen
1961Karsten Hoydal
1960Valdemar Poulsen
1959R. K. Rasmussen og Jens Pauli Heinesen
1958Jóan Christian Poulsen og T.N. Djurhuus

Hygg eisini at

Ávísingar úteftir

Viðmerkingar

Keldur

🔥 Top keywords: