Niagaraá
Niagaraá (enskt: Niagara River) er ein 55-58 kilometrar long á í eystara parti av Norðuramerika. Hon rennur úr Erievatni út í Ontariovatn og knýtir hesi bæði vøtnini saman. Summi halda, at áin er kallað eftir fyrrverandi irokesisku bygdini Ongniaahra, sum verður víst á einum korti fyri fyrstu ferð í 1641.[1]
Landafrøði
Niagaraá rennur beint á markinum millum Kanada og USA, soleiðis at vestari áarbakkin liggur í kanadiska landslutinum Ontario og eystari áarbakkin kemur at liggja í amerikanska stakríkinum New York.
Býirnir Fort Erie og Buffalo liggja vestarumegin og eystarumegin, har áin byrjar, tá hon rennur úr Erievatni. Býurin Niagara-on-the-Lake liggur við áarmunnan í útsynningshorninum av Ontariovatni.
Í Niagaraá eru hinir viðgitnu Niagarafossar. Teir tríggjar fossarnir kallast Horseshoe Falls, Bridal Veil Falls og American Falls. Horseshoe Falls er kraftmiklasti fossurin í Norðuramerika mált eftir fallinum (57 metrar) og vatnmongd. Fossurin er góðar 790 metrar breiður. Nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum.[2]
Nógvar oyggjar eru í ánni. Størsta oyggin eitur "Grand Island". Hon liggur fullkomiliga á økinum hjá USA.
Wellandveitin
Stór farmaskip sigla í dag ígjøgnum veitina Welland Canal, sum varð grivin fram við fossunum á kanadisku síðuni tíðliga í 19. øld. Veitin byrjar í Port Colborne í landnyrðingsendanum av Erievatni, vestanfyri Buffalo. Har er eisini byrjan av slúsaskipanini Saint Lawrence Seaway. Veitin endar í St. Catherines á útsynningsbakka av Ontariovatni.
Myndir
- Brúgvin Peace Bridge millum Fort Erie í Kanada og Buffalo í USA .
- Fossurin Horseshoe Falls liggur fullkomiliga á kanadisku síðuni.
- Fossurin Bridal Veil Falls liggur fullkomiliga á amerikanasku síðuni.
- Fossurin American Falls og oyggin Goat Island liggja fullkomiliga á amerikanasku síðuni.
- Whirlpool Rapids liggja báðumegin markið millum londini.
- Amerikanska vatnorkuverkið Niagara Power Project
- Kanadisku vatnorkuverkini Adam Beck Stations í Niagara Falls, Ontario.
- Áarmunnurin av Niagaraánni.
Ávísingar úteftir
- Facts about Niagara Falls, niagaraparks.com (á enskum)
- Niagara River, thecanadianencyclopedia.com (á enskum)
- Myndir, nflibrary.ca (á enskum)
- Niagara Region, wikivoyage.org (á enskum)
79°04′37.2″W / 43.078000°N 79.077000°W