Salt Lake City

Salt Lake City er høvuðsstaður og størsti býur í amerikanska stakríkinum Utah.

Salt Lake City, Utah
KortKort
Grunddáta
Land:USA USA
Lutstatur:Utah Utah
Grundlagdur:1847
Vídd:285,9 km²
Íbúgvar (2018):200 591
fyri km²:
Heimasíða:www.slc.gov.

Salt Lake City liggur í einum dali í Klettafjøllum, í eini hædd millum 1320 og 1580 metrar yvir havinum.

Í 2018 búðu fleiri enn 200 túsund fólk í sjálvum býnum, við forstøðum vóru tað 1.021.243 fólk. Býurin varð grundlagdur í 1847. Hann er uppkallaður eftir Stóra saltvatni (Great Salt Lake á enskum ), ið liggur í ein útnyrðing úr býnum.

Høvuðssæti hjá Mormonar er í Salt Lake City. Mormonkirkjan varð set á stovn av Joseph Smith í New York í 1830.

Býurin var vertur fyri Vetrar-OL í 2002.

Myndir

Salt Lake City á sumri í 2009.






Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

111°53′33″W / 40.75472°N 111.89250°W / 40.75472; -111.89250

Keldur

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
🔥 Top keywords: