Talorð

Mállæra
Kyn:
  • Hvørkikyn
  • Felagskyn
  • Kallkyn
  • Kvennkyn
Orðaflokkar:
Føll:
  • Hvørsfall
  • Hvønnfall
  • Hvørjumfall
  • Hvørfall
  • Vokativ
Bendingarformar í tíð:
  • Boðsháttur
  • Navnháttur
  • Nútíð
  • Tátíð
  • Núliðin tíð
  • Táliðin tíð

Talorð er orðaflokkur, ið verður brúktur til at siga frá mongdum. Talorð eru, snøgt sagt, tøl.

Men heilt so einkult er tað ikki á føroyskum máli. Talorð skulu eisini bendast. Ymiskar bendingar av talorðum verða eisini bólkað aftur í undirbólkar. Hesir eru grundtøl, raðtøl og skiftitøl.

Grundtøl

Grundtøl eru talorð í hvørfalli.

1eitt
2tvey
3trý
4fýra
5fimm
6seks
7sjey
8átta
9níggju
10tíggju
11ellivu
12tólv
13trettan
14fjúrtan
15fimtan
16sekstan
17seytjan
18átjan
19nítjan
20tjúgu
30tríati, tretivu
40fýrati, fjøruti
50fimmti, hálvtrýss
95nítifimm
100hundrað
110hundraðogtíggju
1900nítjanhundrað
1995nítjanhundraðognítifimm
1.000.000ein millión
1.000.000.000ein milliard


Trý tey fyrstu grundtølini kunnu bendast í kynum og føllum soleiðis:

EintalKallkynKvennkynHvørkikyn
Hvørfalleintveirtríggireintværtríggjareitttveytrý
Hvønnfalleintveirtríggjareinatværtríggjareitttveytrý
Hvørjumfalleinumtveimumtrimumeinaritveimumtrimumeinumtveimumtrimum
Hvørsfalleinatveggjatríggjaeinatveggjatríggjaeinatveggjatríggja

Raðtøl

Raðtøl eru bundin talorð, undantikið fyrsti, sum er hástig av hjáorðinum fyrr. Tey bendast í kynum, føllum og tølum.

EintalKallkynKvennkynHvørkikynFleirtal
Hvørfallfyrstifyrstafyrstafyrstu
Hvønnfallfyrstafyrstufyrstafyrstu
Hvørjumfallfyrstafyrstufyrstafyrstu
Hvørsfallfyrstafyrstufyrstafyrstu
Hvørfallannaronnurannaðaðru
Hvønnfallannanaðraannaðaðru
Hvørjumfalløðrumaðrariøðrumaðru
Hvørsfallannarsannararannarsannara
Hvørfalltriðjitriðjatriðjatriðju
Hvønnfalltriðjatriðjutriðjatriðju
Hvørjumfalltriðjatriðjutriðjatriðju
Hvørsfalltriðjatriðjutriðjatriðju

Skiftitøl

Skiftitøl eru talorð í fleirtali. Skiftitøl verða brúkt um pør, td. einar/tvinnar/trinnar hosur (tað eru 1, 2 ella 3 pør av hosum) ella aðrar sameindir, td. eini kort (tað eru 52 bløð) ella eini hús (tað eru 1 sethús við tilhoyrandi úthúsum). Skiftitøl eiga sostatt bara at vera nýtt, tá talan er um sameindir. Bara trý tey fyrstu talorðini kunnu vera í fleirtali (skiftitøl):

FleirtalKallkynKvennkynHvørkikyn
Hvørfalleinireinareini
Hvønnfalleinareinareini
Hvørjumfalleinumeinumeinum
Hvørsfalleinaeinaeina
Hvørfalltvinnirtvinnartvinni
Hvønnfalltvinnartvinnartvinni
Hvørjumfalltvinnumtvinnumtvinnum
Hvørsfalltveggjatveggjatveggja
Hvørfalltrinnirtrinnartrinni
Hvønnfalltrinnartrinnartrinni
Hvørjumfalltrinnumtrinnumtrinnum
Hvørsfalltrinnatrinnatrinna

Slóðir úteftir

  • Talorð á síðu 29 í bókini Stutt Mállæra (Anna Maria Reinert Jensen og Harry Davidsen), snar.fo
  • Talorð á síðu 143 í bókini Mállæra (Paulivar Andreasen og Árni Dahl), Føroya Skúlabókagrunnur
🔥 Top keywords: