Zakynthos

Zakynthos
Landafrøði
Vídd407,58 km²

Umsiting
Land Grikkaland
Íbúgvalæra
Fólkatal40.759 (2011)
Íbúgvatættleiki100 /km²

Zakynthos (grikskt: Ζάκυνθος, Zákinthos; venesianskt-italskt: Zante) er ein grisk oyggj í Jóniska havinum, ein av Jónisku Oyggjunum við vesturstrond Grikkalands við umleið 32.000 íbúgvum. Oyggin er 407,58 km2 til støddar (til samanberingar kann nevnast, at Streymoy er 372 km2) og er tann triðstørsta av teimum Jónisku oyggjunum og tann 10. størsta í Grikkalandi eftir vídd. Oyggin er ein kommuna, fyrr vóru tað 6 kommunur í oynni, hetta var broytt í 2011, tá nógvar kommunusamanleggingar vóru framdar í Grikkalandi.

Kommunalar eindir

Zakynthos er ein kommuna, men hevur 6 kommunalar eindir, sum fyrr hava verið sjálvstøðugar kommunur:

  • Alykes
  • Arkadioi
  • Artemisia
  • Elatia
  • Laganas
  • Zakynthos (býur)

Kend fólk frá Zakynthos

  • Tann heilagi Dionysios frá Zakynthos, 16. øld
  • Nikolaos Koutouzis (1741–1813), listamálari
  • Ugo Foscolo (1778–1827), grikskur-italskur rithøvundur
  • Andreas Kalvos (1789–1869), skald
  • Dionysios Solomos (1798–1857), tjóðarskald (yrkti grikska tjóðsangin)
  • Pavlos Carrer (1829–1896), komponistur
  • Leonidas Zois (1865–1956), søgufrøðingur
  • Georgios Kostakis (1913–1990), listasavnari
  • Kostas Dikefalos (1956), skulptørur
  • Gregorios Xenopoulos (1867–1951), rithøvundur og blaðmaður

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: