Alger

SkjøldurKort
Skjøldur hjá AlgerKort av Alger
Grunddáta
Land:Algeria Algeria
Wali:
(Guvernørur)
Khalida Toumi
Vídd:273 km²
Fólkatal (í 2008):2,159,051
Íbúgvatættleiki:7908,6/km²
Postnummar:16000-16132
Tíðarzona:CET (UTC +1)
Heimasíða:Onki

Alger (36° norðurbreidd, 3° eysturlongd) (arabiskt: الجزائر‎ al-Jazā’ir, franskt: Alger), høvuðsstaðurin í Algeria í Norðurafrika, er størsti býur í Algeria og týdningarmesti havnabýur.

Alger

Muslimar úr Arábia grundaðu býin í 10. øld. Turkar tóku býin í 1518, og fraklendingar tóku hann frá turkum í 1830. Í 16. øld gjørdi mikli sjórænaraovastin Khair al-Din (føddur í 1478 – deyður 4. juli 1546), kendur undir navninum Barbarossa, Alger til høvuðsstøð sína. Alger var gitið fyri at vera miðdepil hjá sjórænarum. Eftir tað ríkaði býurin seg av handli og sjórænaravirksemi.

Í nýggjaru býlingunum fram við Algervík er byggisniðið týðiliga merkt av franskari ávirkan. Elsti býarparturin við smølum gøtum, moskum og marknaði er bygdur niðan eftir Shael-heyggi.

Fólkatalsfrøði

Fólkavøkstur í Alger síðan 1838

        Ár        Íbúgvatal
183830.395
187652.700
188170.747
188674.800
189282.500
189692.100
189996.800
190196.500
1906138.240
1911172.400
1921206.600
        Ár        Íbúgvatal
1926226.200
1931257.100
1936252.300
1948315.200
1954361.300
1960884.000
1966943.100
19771.353.826
19871.507.241
19981.519.570
20082.159.051

Systurstaðir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: