London

London er høvuðsstaður Stóra Bretlands, og hevur umleið 8 308 000 íbúgvar. Rómverjar bygdu London í 43 e.Kr.f. Stívliga 7,5 milliónir fólk búgva í býnum, sum er ein av teimum størstu í Evropa. Høvuðsstaðurin er ein av fíggjarligu og mentanarligu miðdeplunum í heiminum og er væl umtóktur ferðamannabýur. Hvørt ár koma fleiri milliónir fólk til London og fara til dømis í sjónleikarhús, á søvn og at síggja søguligar bygningar.

London


Borgin Westminster, Buckingham Palace og Mið-London umhvarv
London 

Staðseting av London í Stóra Bretlandi
Coordinates: 51°30′26″N 0°7′39″W / 51.50722°N 0.12750°W / 51.50722; -0.12750 0°7′39″W / 51.50722°N 0.12750°W / 51.50722; -0.12750
FullveldisríkiStóra Bretland
LandOngland
RegiónLondon
Búseting av Rómverjumc. 43 AD (sum Londinium)
CountiesCity & Greater London
DistrictsCity & 32 boroughs
Stjórn
 • SlagDevolved authority
 • EindGreater London Authority
 • Elected bodyLondon Assembly
 • BorgarstjóriSadiq Khan
 • London Tingið14 valdømi
 • UK Parlamentið74 valdømi
 • ES-ParlamentiðLondon constituency
Øki
 • Greater London1.572 km2 (Bad rounding here610 sq mi)
 • Urban1.737,9 km2 (Bad rounding here670 sq mi)
 • Metro8.382 km2 (Bad rounding here3,200 sq mi)
Hædd[1]35 m (115 ft)
Fólkatal (2015)[2]
 • Greater London8,673,713
 • Tættleiki5,518/km2 (Bad rounding here14/sq mi)
 • Urban9,787,426
 • Metro13,879,757
ÍbúgvanavnLondoner
TíðasonaGMT (UTC)
 • Summar (DST)BST (UTC+1)
Postkotuøki
Økiskota
LøgreglaCity of London Police & Metropolitan Police
Altjóða floghavnirHeathrow, City (Báðar innanfyri Greater London) Gatwick, Stansted, Luton, Southend (Uttanfyri Greater London)
GeoTLD.london
HeimasíðaLondon.gov.uk
Ting í London við Big Ben

Ikki í nøkrum stórbýi í heiminum er so stórur gjaldoyrahandil sum í London. Í City of London ella "Square Mile", sum miðbýurin eisini verður nevndur, eru fleiri enn 500 bankar, og London er ein av fíggjarmiðdeplum heimsins. Atvoldin er lutvíst tann, at Stóra Bretland áður var heimsveldi, men meiri er, at London liggur væl fyri - mitt ímillum New York City í USA og Tokyo í Japan, sum eru hinir stóru fíggjarmiðdeplarnir í heiminum. Eisini hava teir vunnið sær serkunnleika, ið er bygdur upp, sum árini eru liðin.

Nógv fólk úr øllum heiminum flyta til Bretska høvuðsstaðin í styttri ella longri tíðarskeið. Av tí at fólkatalið er so høgt, kann tað vera torført at fáa nakað at búgva í fyri ein hóskandi kostnað, og sum samstundis hevur góðar hentleikar og er væl hildið.

Mong máttmikil fleiritjóðafeløg hava høvuðsskrivstovu í London.

Hygg eisini at

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: