Beijing

Land: Fólkalýðveldið Kina
Borgarstjóri:Guo Jinlong
Vídd:16 807,8 km²
Íbúgvar (2014):21 121 000
fyri km²:1 231 íbúg./km²
Mál:Kinesiskt
Tíðarzona:UTC +8
Heimasíða:www.beijing.gov.cn

Bejing (fyrr Peking) er høvuðsstaður í Kina, og hevur umleið 20,6 mió. íbúgvar. Beijing er miðdepil fyri ríkisfyrisiting, fíggjarviðurskiftum, skúlaverki og flutningi í Kina, landinum, har væl fleiri enn ein milliard fólk býr, og í fleiri enn 30 býum búgva meiri enn ein millión fólk. Telur tú útjaðaran uppí, búgva stívliga 21,1 mió fólk í Beijing í 2014. Fólkatalið veksur skjótt. Vestar- og norðarlaga er bústaðarøki og lærdi háskúlin í Beijing. Ídnaðarøkið er eystanfyri miðbýin. Tjóðarhátíðir og halgidagar verða hildnir á Tienánmen-torginum (Himmalfriðar-torginum) mitt í gamla býarpartinum. Elstu býarpartarnir eru í veruleikanum tveir býir, hvør gyrdur inn við múrum: Ytri- og Innaribýur.

Í 2008 vóru OL-summarleikirnir í býnum.

Søga

Ófriður

Í 1989 savnaðust hundraðtúsundtals studentar á Tian'an-men-torginum (Himmalfriðartorginum) í miðbýnum í Beijing at vísa ónøgd sína við myndugleikarnar í Kina og krevja fólkaræðiligar nýskipanir. Kinverska stjórnin sendi herin at steðga mótmælistiltøkunum. Hildið verður, at eini 1000 fólk doyðu, tá ið herurin legði uppí.

Dálking

Luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum er so umfatandi, at heilsuvandi er fyri íbúgvarnar í milliónabýnum.

Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur í 2014 tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum [1]. Luftdálkingin er so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda.Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd [2]. Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini. Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum.Sambært almennu, kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, er ætlanin at steingja 300 verksmiðjur í Beijing, so luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum kann basast [3].

Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Beijing. Tað eru ikki bert íbúgvarnir í Beijing, sum eru í vanda orsakað av ógvusligu luftdálkingini. Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Kina, einamest í Beijing. Fyrra hálvár í 2014 fall talið av ferðafólki í Beijing við 14 prosentum, samanborið við fyrra hálvár í 2013. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at luftdálkingin er orsøk til minkingina.Í januar í 2014 var luftdálkingin í Beijing 40 ferðir størri enn loyvdu markvirðini hjá heimsheilsustovninum, WHO [4].

Vinarbýir

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: