Apulia

Apulia (italskt: Puglia) er ein av teimum 20 regiónunum í Italia og liggur í landsynningspartinum av landinum. Høvuðsstaðurin í Apulia er Bari.

Apulia

Landafrøði

Apulia hevur strond við Adriahav fyri eystan, við Jónahav í landsynningi og við Tarantoflógva fyri sunnan.Apulia hevur mark við Molise fyri norðan, Campania fyri vestan og Basilicata í útsynningi.

Regiónin er býtt upp í seks landslutir, ið aftur at uppbýttir í 258 kommunur (comuni) við Bari sum størstu kommunu við 323.370 íbúgvum. Apulia fevnir um eitt øki á 19.345 km² og hevur nærum 4 milliónir íbúgvar.

Landslutir

Landslutir í Apulia

Apulia er býtt upp í seks landslutir:

  • Foggia
  • Barletta-Andria-Trani
  • Bari
  • Taranto
  • Brindisi
  • Lecce

 

Myndir

Hygg eisini at

Ávisingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

🔥 Top keywords: