Benelukslondini

Benelukslondini - Belgia, Niðurlond og Luksemborg - eru trý fræls ríki, sum samstarva í búskaparliga felagsskapinum Beneluks, ið varð stovnaður í 1948. Samstarvið landanna millum hevur við sær, at vørur hava frítt at fara ímillum londini, hóast tey høvdu egið gjaldoyra (nú nýta øll trý londini evruna sum gjaldoyra) og egna skattaskipan. Benelukslondini eru fjølbygdastu lond í Evropa, men tey eru rík. Tungídnaðurin, t.d. kola- og stálídnaðurin, ið áður var týdningarmesta vinnan, hevur verið fyri afturgongd, men nýmótans ídnaður, ið ger lidnar vørur, og vinnugreinir í tænastuvinnuni eru komnar ístaðin. Benelukslondini hava eisini til dømis handilsmál í felag: tey kunnu í felag úr útlondunum keypa vørur í størri nøgdum, enn hvørt landið kundi, og soleiðis fáa vørurnar bíligari, enn teir fyrr fingu. Tollur er eingin Benelukslandanna millum. Vørur, sum eru gjørdar í einum Benelukslandi, kunnu seljast tollfríar í hinum Benelukslondunum, meðan vørur av sama slag úr øðrum londum koma undir toll og eru tí minni kappingarførar; tí kunnu vørur úr til dømis Stóra Bretlandi vera væl dýrari í Hollandi enn vørur av sama slag úr Belgia. Hesin felagsskapur hevur eisini sínar tvørleikar, til dømis kunnu ídnaðarvirki í Belgia framleiða eina vøru bíligari enn ídnaðarvirki í Hollandi og vinna í sølukappingini, uttan at stjórnin í Hollandi kann hjálpa tí hollendska virkinum. Men samtikið hevur hesin felagsskapur so nógvar fyrimunir, at hann hevur verið til fyrimyndar fyri felagsmarknaðin ES og fríhandilsøkið EFTA (stytting fyri European Free Trade Association).

Tey trý smáu londini Belgia, Niðurlond og Luksemburg hava tikið seg saman um felags áhugamál og kalla seg Benelukslondini eftir teimum fyrstu stavunum í nøvnum teirra.
LandHøvuðsstaðurÍbúgvatal
2011
StøddÍbúgvatættleiki
Niðurlond NiðurlondAmsterdam16 847 00741 543 km²403,7/km²
Belgia BelgiaBrussel11 007 02030 528 km²354,7/km²
Luksemborg LuksemburgLuksemburg     511 840  2 586 km²194,1/km²
Benelukslondini28 365 93774 640 km²380/km²
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: