Britney Spears

Britney Jean Spears (fødd 2. desember 1981) er ein amerikonsk songkvinna. Hon er fødd 1981 í McComb, Mississippi og býr nú í Beverly Hills í Los Angeles [1]. Hon vaks upp í Kentwood, Louisiana.

Britney Spears.

Britney Spears skal í 2011 giftast fyri triðju ferð [2]. Hesa ferð er tað við tí 10 ár eldra Jason Trawick, ið hon hevur verið saman við í eina tíð. Sambært amerikanskum miðlum var tað undir sera romatiskum umstøðum, at Jason spurdi hana. Hann hevði skrivað yrkingar og prýtt heim teirra í Kalifornia við livandi ljósum og bæði reyðum og hvítum rósum [3]. Parið ætlar sær at giftast á Hawaii, helst tá hennara turné er komin at enda.

Britney Spears hevur verið gift tvær ferðir áður. Fyrstu ferð við sínum barndómsvini Jason Alexander. Men hetta helt bert í 55 tímar áðrenn tey angraðu og fingu ein dómstól at ógylda hjúnarbandið. Aðru ferð, Britney giftist, var tað í Las Vegas við Kevin Federline, ið var ein av hennara bakgrunds dansarum. Hetta hjúnarbandið var frá 2004 til 2006. Tað var við hesum manninum, at hon fekk báðar synirnar - Sean og Jayden.

Keldur


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: