Bruno Ganz

Bruno Ganz (føddur 22. mars 1941 í Zürich í Sveis, deyður 16. februar 2019 í Wädenswil-Au, sunnan fyri Zürich) var sveisiskur sjónleikari.[1]

Bruno Ganz í 2011.

Bruno Ganz, sum tosaði flótandi týskt, italskt, enskt og franskt, byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari í 1960. Hann hevur síðani spælt við í nógvum filmum og sjónleikum, m.a. Hamlet og Peer Gynt og arbeitt saman við fleiri kendum og nýskapandi filmsleikstjórum sum eitt nú Werner Herzog, Eric Rohmer, Francis Ford Coppola og Wim Wenders. Ganz var serliga kendur fyri at hava spælt Adolf Hitler í "Der Untergang", sum kom út í 2004. Filmurin, sum varð tilnevndur ein Oscar, snýr seg um síðstu dagarnar hjá Hitler.[2]

Seinasti filmurin, sum hann spældi við í, var "The House that Jack Built" hjá Lars von Trier í 2018.[3]

Slóðir úteftir

Keldur

🔥 Top keywords: