Fjodor Dostojevskij

Fjodor Mikhajlovitsj Dostojevskij (Фёдор Михайлович Достоевский; føddur 11. november 1821 í Moskva (30. oktober eftir julianska kalendaranum), deyður 9. februar 1881 (28. januar eftir julianska kalendaranum) í Sankta Pætursborg) var ein russiskur rithøvundur, sum hevur havt stóra ávirkan á bæði russiskar og ikki-russiskar rithøvundar. Dostojevskij menti tað realistisku skaldsøguna til eisini at kanna sálarfrøðina hjá menniskjum og serliga hjá menniskum, ið uppliva svárar sinnissjúkur. Hann var sera nógv upptikin av tí slavisku hugsjónini og av kristnu trúnni; ein av hansara týdningarmestu tesum var «um Gud er deyður, so er alt loyvt.»

Fyodor Dostoyevsky
Andlitsmálningur av Dostojevskij eftir Vasilij Perov, 1872
Fødd(ur)Fjodor Mikhailovich Dostojevskj
(1821-11-11)11. november 1821
Moskva, Russiska keisaraveldi
Andaðist9. februar 1881(1881-02-09) (aldur 59)
St. Pætursborg, Russiska keisaraveldi
TjóðskapurRussiskur
ÚtbúgvingTekniska Universiteti, St. Petersburg
Tíðarskeið1846–1881
SlagSkaldsøga, stuttsøga, journalisma
EvniSálarfrøði, heimspeki, trúgv
BókmentarørslaRealisma
Týðandi verkNotes from Underground
Crime and Punishment
The Idiot
Karamasov-brøðurnir
Hjúnafelagi
  • Maria Dmitriyevna Isaeva (1857–1864) [deyði hennara]
  • Anna Grigorjevna Snitkina
    (1867–1881) [deyði hansara]
BørnSonja (1868)
Ljubov (1869–1926)
Fjodor (1871–1922)
Alexeij (1875–1878)

Undirskrift

Fleiri rithøvundar innan surrealismuna, eksistensialismuna og beat-ættarliðið meta Dostojevskij sum keldu til íblástur.[1] Dostojevskij verður mettur sum undangongumaður fyri russiska symbolismu,[2] eksistensialsmu,[3] ekspresjonismu[4] og psykoanalysu.[5]

Heðin Brú hevur týtt tvey av kendastu verkum hansara til føroyskt: Karamassov-brøðurnir og Tey á Steffansleiti.

Verk

Skaldsøgur

  • Бедные люди (Bednye ljudi), 1846. Norsk týðing 1930 ved M. Grundt, 1975 eftir Geir Kjetsaa: Fattige folk
  • Униженные и оскорблённые (Unizjennye i oskorbljonnye), 1861. Norsk týðing 1993 eftir Erik H. Egeberg: De fornedrede og krenkede
  • Записки из мёртвого дома (Zapiski iz mjortvogo doma), 1862. Norsk týðing 1948: I dødens hus (seinni: Opptegnelser fra det døde hus)
  • Преступление и наказание (Prestuplenie i nakazanie), 1866. Norsk týðing 1883: Raskolnikow (seinni: Forbrytelse og straff)
  • Игрок (Igrok), 1866. Norsk týðing 1889: Spilleren
  • Идиот (Idiot), 1868. Norsk týðing 1947: Idioten
  • Бесы (Besy), 1872. Norsk týðing 1946: De besatte
  • Подросток (Podrostok), 1874. Norsk týðing 1945: En ung manns historie
  • Братья Карамазовы (Bratja Karamazovy), 1880. Føroysk týðing eftir Heðin Brú: Karamassov-brøðurnir, Norsk týðing 1888: Brødrene Karamazov

Stuttar skaldsøgur og stuttsøgur

  • Двойник: Петербургская поэма (Dvojnik: Peterburgskaja poema), 1846. Norsk týðing 1931: Dobbeltgjengeren
  • Господин Прохарчин (Gospodin Prokhartsjin), 1846. Norsk týðing: Herr Prokhartsjin.
  • Хозяйка (Khozjajka), 1847. Norsk týðing 1885: Krotkaja
  • Слабое сердце (Slaboe serdtse), 1848. Norsk týðing: Et svakt hjerte
  • Белые ночи (Belyje notsji), novelle, 1848. Norsk týðing 1888: Lyse Nætter
  • Неточка Незванова (Netotsjka Nezvanova), 1849. Norsk týðing 1925: Lille Netta Njesvanov
  • Маленький герой (En liten helt), 1849. Norsk týðing 1931
  • Дядюшкин сон (Onkels drøm), 1859
  • Село Степанчиково и его обитатели (Selo Stepantsjikovo i ego obitateli), 1859. Føroysk týðing eftir Heðin Brú: Tey á Steffansleiti, Norsk týðing: Landsbyen Stepantsjikovo
  • Записки из подполья (Zapiski iz podpolja) 1864. Norsk týðing 1955 eftir Ejnar Thomassen: Kjellermennesket
  • Вечный муж (Vetsjnyj muzj), 1870. Norsk týðing 1976 eftir Marit Bjerkeng (Nielsen): Den evige ektemann

Keldur


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: