Heilsumálaráðharrar í Føroyum

Heilsumálaráðharrin ella landsstýrismaðurin í heilsumálum (tá ein kvinna situr í sessinum verður heitið landsstýriskvinna brúkt) hevur verið ein ráðharrasessur í Føroya Landsstýri síðan 1968. Heilsumál hava ofta ligið í sama ráði sum almannamál, men í 2008 bleiv tað eitt ráð fyri seg. Líka síðan hesin landsstýrisposturin varð til, hevur hann oftast verið mannaður av vinstrasinnaðum ráðharrum. Hesin ráðharrasessurin var frá 1980-árunum til 2004 merktur av at ráðharrin var skiftur út áðrenn valskeiðið var úti. Almanna- og heilsumálaráðið varð býtt sundur í tvey ráð í 2008.

TíðarskeiðNavnFlokkurRáð
1968–1970Jacob LindenskovJavnaðarflokkurinHeilsu-, almanna- og ídnaðarmálaráðið
1975–1979Jacob LindenskovJavnaðarflokkurinHeilsu-, sosial-, ídnaðar- og løgmálaráðið[1]
1979–1981Vilhelm JohannesenJavnaðarflokkurinHeilsu-, sosial-, ídnaðar- og løgmálaráðið
1981–1985Páll VangFólkaflokkurinLandbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálaráðið
1985–1989Jógvan DurhuusTjóðveldisflokkurinLandbúnaðar-, skúla- og heilsumálaráðið[2]
1989Tordur NiclasenKristiligi FólkaflokkurinAlmanna- og heilsumálaráðið
1989–1991Olaf OlsenFólkaflokkurinÍdnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálaráðið
1991–1994Jóannes EidesgaardJavnaðarflokkurinAlmanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálaráðið[3]
1994–1996Andrias PetersenJavnaðarflokkurinAlmanna- og heilsumálaráðið
1996Axel H. NolsøeVerkamannafylkinginAlmanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið
1996–1998Kristian MagnussenVerkamannafylkinginAlmanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið
1998Óli JacobsenVerkamannafylkinginAlmanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið
1998–2001Helena Dam á NeystabøSjálvstýrisflokkurinAlmanna- og heilsumálaráðið
2001–2002Sámal Petur í GrundSjálvstýrisflokkurinAlmanna- og heilsumálaráðið
2002–2004Bill JustinussenMiðflokkurinFamilju- og Heilsumálaráðið
2004–2009Hans Pauli StrømJavnaðarflokkurinHeilsumálaráðið[4]
2009–2011Aksel V. JohannesenJavnaðarflokkurinHeilsumálaráðið
2011John JohannessenJavnaðarflokkurinHeilsumálaráðið
2011–2015Karsten HansenMiðflokkurinHeilsumálaráðið[5]
2015–Sirið StenbergTjóðveldiHeilsumálaráðið[6]

Keldur