Thomas Aquinas

Thomas Aquinas, føddur umleið ár 1225, deyður 1274, var ein italskur gudfrøðingur og heimspekingur.

Thomas Aquinas, málningur av Carlo Crivelli (ca. 1435–ca. 1495).

Thomas kom sum 14 ára gamal til París. Hann fór upp í dominikanaraskipanina og hevði Albertus Magnus sum lærara, sum var ein vællýddur og lærdur viðhaldsmaður hjá heimspekini hjá Aristoteles. Aquinas var umstríddur í síni samtíð, men tað eydnaðist honum at greina og viðgera Aristoteles soleiðis, at kirkjan stutt eftir deyða Aquinasar góðtók læru hansara. Aquinas varð gjørdur til halgimenni í 1323. Í dag verður Thomas Aquinas mettur at vera týdningarmesti gudfrøðingurin í Katólsku kirkjuni.

Føroyskar útgávur

  • Um veran og veru (2009) - Eilif Samuelsen týddi.

Si eisini

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: