Mark Simon Cavendish, (føddur 21. mai1985) er ein bretskur professionellur vegkappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeamTeam Dimension Data.[5] Upprunaliga kappaðist hann í innandura banasúkkling, har hann var serfrøðingur í madison og scratch-kappingum, men síðan 2006 hevur hann kappast innan vegsúkklukappingum. Hann gjørdist kendur sum sprintari og verður av mongum mettur at vera ein av teimum bestu í síni samtíð. Í 2015 vendi hann lutvíst aftur til banasúkkling við vón um at umboða Stóra Bretland í omnium á Summar-OL 2016. Sum liður í hesari afturvendan, gjørdist hann saman Bradley Wiggins heimsmeistari á triðja sinni í madisonsúkkling á HM í banasúkkling 2016. Áðrenn Mark Cavendish gjørdist heimskendur, súkklaði hann m.a. móti føroyskum súkkklarum á Oyggjaleikum.