Olympiskir leikir

Fjórða hvørt ár senda flestar tjóðir síni bestu ítróttafólk til Olympisku leikirnar (OL) at kappast. Fleiri enn 7.000 ítróttafolk eru við í umleið 25 ítróttagreinum. Nýggjar koma til og aðrar detta burtur. Fólk í millióntali sita við hús og fylgja við á sjónvarpsskríggja.

Olympiska merkið er fimm ringar, krøktir hvør í annan.

Tað vóru forngriksku Olympisku leikirnir fyri 2.000 árum síðan, sum birtu upp undir nútíðar leikir. Nútíðar Olympiskir leikir vóru á fyrstu sinni í Athen í Grikkalandi í 1896. Einstaklingar ella lið kappast, ikki tjóðir. Ongari tjóð ber til at vinna Olympisku leikirnar, og Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) velur altíð ein bý at vera vertur og ikki eitt land. Ítastu kappingarfólkini vinna sær heiðursmerki í bronsu, silvuri ella gulli, men ikki pening.

Fornu Olympisku leikirnir vóru í fyrstuni havdir Zeusi til heiðurs. Teir vóru í Olympia frá 776 f.Kr. til 393 e.Kr. Í fyrstu leikunum var einans kapprenning, men seinni varð kappast í longdarlopi, diskoskasti, nevaleiki, fimmdysti, renning og kapping við rossi og stríðsvogni. Bara menn sluppu at royna seg ella at hyggja at. Kvinnurnar høvdu aðrar leikir at heiðra gudinnuna Heru.

Hátíðardámur er, tá ið Olympisku leikirnir verða settir. Týdningarmesta løtan er, tá ið Olympiski eldurin verður kveiktur við kyndli. Rennarar hava skifts at borið kyndilin við eldi úr Olympia í Grikkalandi allan vegin hagar, ið leikirnir skulu vera. Soleiðis hevur verið síðan í 1928, tá ið Pierre de Coubertin barónur (f. 1. januar 1863 - d. 2. september 1937), sum endurstovnaði Olympisku leikirnir, heitti á ítróttafólk, at "halda lív í eldinum, ið umboðar endurfødda Olympiska andan". Olympiski eldurin brennur oman fyri Olympiska ítróttastaðin.

Olympiskir vetrarleikir hava verið síðan í 1924. M.a. eru skirenning, íshockey, skílop og skoyturenning á skránni. Altíð eru nógvir áskoðarar til t.d. skilopskappingarnar í vetrar OL.

Bandar tuan rumah Sukan Olimpik
Sukan Olimpik Musim PanasSukan Olimpik Musim Sejuk
TahunOlimpiad ke-Bandar Tuan RumahNegaraBandar Tuan RumahNegara
1896IAthens (1)Yunani (1)
1900IIParis (1)Perancis (1)
1904IIISt. Louis, Missouri(1) (1)Amerika Syarikat (1)
1906IntercalatedAthensYunani
1908IVLondon (1)United Kingdom (1)
1912VStockholm (1)Sweden (1)
1916VI (2)BerlinEmpayar Jerman
1920VIIAntwerp (1)Belgium (1)
1924VIIIParis (2)Perancis (2)IChamonix (1) Perancis (1)
1928IXAmsterdam (1)Belanda (1)IISt Moritz (1) Switzerland (1)
1932XLos Angeles, California(1)Amerika Syarikat (2)IIILake Placid, New York (1) Amerika Syarikat (1)
1936XIBerlin (1)Jerman (1)IVGarmisch-Partenkirchen (1) Jerman (1)
1940XII (3)Tokyo→HelsinkiJepun

Finland

V (2)Sapporo→St Moritz→Garmisch-Partenkirchen Jepun

 Switzerland Jerman

1944XIII (3)LondonUnited KingdomV (3)Cortina d'Ampezzo Itali
1948XIVLondon (2)United Kingdom (2)VSt Moritz (2) Switzerland (2)
1952XVHelsinki (1)Finland (1)VIOslo (1) Norway (1)
1956XVIMelbourne (1) +

Stockholm (2)(4)

Australia (1) +

Sweden (2)

VIICortina d'Ampezzo (1) Itali (1)
1960XVIIRome (1)Itali (1)VIIISquaw Valley, California (1) Amerika Syarikat (2)
1964XVIIITokyo (1)Jepun (1)IXInnsbruck (1) Austria (1)
1968XIXMexico City (1)Mexico (1)XGrenoble (1) Perancis (2)
1972XXMunich (1)Jerman Barat (2)XISapporo (1) Jepun (1)
1976XXIMontreal, Quebec (1)Kanada (1)XIIInnsbruck (2) Austria (2)
1980XXIIMoscow (1)Kesatuan Soviet (1)XIIILake Placid, New York (2) Amerika Syarikat (3)
1984XXIIILos Angeles, California (2)Amerika Syarikat (3)XIVSarajevo (1) Yugoslavia (1)
1988XXIVSeoul (1)Korea Selatan (1)XVCalgary, Alberta (1) Kanada (1)
1992XXVBarcelona (1)Sepanyol (1)XVIAlbertville (1) Perancis (3)
1994XVIILillehammer (1) Norway (2)
1996XXVIAtlanta, Georgia (1)Amerika Syarikat (4)
1998XVIIINagano (1) Jepun (2)
2000XXVIISydney (1)Australia (2)
2002XIXSalt Lake City, Utah (1) Amerika Syarikat (4)
2004XXVIIIAthens (2)Yunani (2)
2006XXTurin (Torino) (1) Itali (2)
2008XXIXBeijing (1) (5)China (1)
2010XXIVancouver, British Columbia (1) Kanada (2)
2012XXXLondon (3)United Kingdom (3)
2014XXIISochi (1)Rusia (1)
2016XXXIRio de Janeiro (1)Brazil (1)
2018XXIIIPyeongchang (1)Korea Selatan (1)
2021(6)XXXIITokyo (2)Jepun (2)
2022XXIVBeijing (2)China (2)

Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: