Aldehyd

Eitt aldehyd er eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri aldehydbólkum. Ein aldehydbólkur er eitt karbonatom við einum dupultbundnum oxygenatomið (=O) og einum hydrogenatomið. Aldehydir verða nevnd við endingini -al.

Dømi um nøkur nógv nýtt aldehyd:

Framleiðsla

Aldehydir verða framleidd við at oxidera primær alkoholir. Man kann tó ikki nýta sterk oxidatiónsevnir til hetta, tí aldehyd oxiderast lætt víðari til carboxylsýrur. Mest nýtta oxidatiónsevni til framleiðslu av aldehydum er PCC (Pyridinium chlorchromat).

Reaktiónir

Aldehyd útinna tvey sløg av reaktiónum: Oxidatión og nukleofil additión. Oxidatión gevur eina carboxylsýru og nukleofil additión gevur ymisk evni, alt eftir hvat man adderar til aldehydið. Niðanfyri er ein listi yvir aldehyd reaktiónir og hvat produkt tær geva.

  • Oxidatión gevur eina carboxylsýru
  • Nukleofil additión av:
    • Hydrogen (Reduktión) gevur eitt alkohol
    • Vatn gevur eitt diol (dupult alkohol)
    • Alkohol gevur eitt acetal
    • Amin gevur eina imin
    • Grignard reagensum gevur eitt alkohol


Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: