Anton Tjekhov

Anton Pavlovitsj Tjekhov (russ. Антон Павлович Чехов) (føddur 17. januar 1860 í Taganrog, deyður 2. juli 1904 í Badenweiler í Týsklandi) var ein russiskur rithøvundur, dramatikari og lækni. Hann verður mettur at vera ein av heimsins bestu stuttsøguhøvundum.[1] Hansara lívsleið sum dramatikari førdi til fýra klassikarar og hansara best umtóktu stuttsøgur eru høgt í metum av rithøvundum og ummælarum.[2] Hann starvaðist sum lækni størstapartin av yrkisleið síni. Hann tók soleiðis til í einum brævi til Aleksej Suvorin í 1888: heilivágurin er kona mín, meðan bókmentirnar eru mín hjákona.

Anton Tjekhov

Lívsleið

Húsið í Taganrog, har Tjekhov var føddur.

Anton Tjekhov varð føddur í havnabýnum Taganrog í Suðurrusslandi. Familja hansara hevði peningaligar trupulleikar og flutti til Moskva, og har megnaði Anton at sleppa at lesa til lækna á medisinska fakultetinum. Í 1884 varð hann útbúgvin lækni, men øll lestrarárini skrivaði hann ymiskt fyri at vinnan pening til familjuna. Hann byrjaði at starvast fyri tíðarritið Strekoza í 1879 og árið eftir skrivaði hann fyri fleiri tíðindabløð, eitt nú Sankta Pætursborg-dagblaðið Novosti dnja (Dagsins tíðindi), har hann skrivaði fleiri hundrað skemtiligar søgur. Hann hevði at byrja við ikki nakrar høgar ambisjónir við skrivingini, tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, at ambisjónirnar mentist, og hann fór í holt við at skriva meira endurnýggjandi søgur. Fleiri síggja hann sum faðirin at nútíðar stuttsøguni. Hann brúkti teir innaru monologarnir, sum aðrir modernistiskir rithøvundar hava brúkt seinni, t.d. James Joyce. Í 1888 útgav hann sína fyrstu stuttu skaldsøgu, ”Steppen”, í einum bókmenta tíðarriti og seinni sama ár móttók hann Pusjkin-heiðurslønina.

Standmynd hjá Tjekhov í Badenweiler

Í 1901 giftist hann Olgu Knipper, sum var sjónleikarinna og var við til at framføra fleiri av sjónleikunum hjá Tjekhov. Í mai 1904 var Tjekhov deyðasjúkur av tuberlum. Hann og Olga fóru til eitt kurstað í Badenweiler í Suðurtýsklandi. Hann andaðist har 2. juli 1904.

Verk

Søgur (úrval)

Útg.Norskt/danskt heitiðUpprunaheiti
1880Brev til en vismannПисьмо к учёному соседу
1883En tjenestemanns dødСмерть чиновника
1883Albions datterДочь Альбиона
1883Den svenske tennstikkenШведская спичка
1883Den tykke og den tynneТолстый и тонкий
1884KirurgiХирургия
1884En kameleonХамелеон
1885Kokkepikens bryllupКухарка женится
1885ForbryterenЗлоумышленник
1885Den siste mohikanerskeПоследняя могиканша
1885ÅlerusenНалим
1885JegerenЕгерь
1885Underoffiser PrisibijevУнтер Пришибеев
1886BarnДетвора
1886KorpikenХористка
1886MelankoliТоска
1886VankaВанька
1886AnjutaАнюта
1886SjelemesseПанихида
1886HeksenВедьма
1886AgafyaАгафья
1886LøgnenЖитейская мелочь
1886I rettenВ суде
1887FienderВраги
1887I mørketТемнота
1887VerotsjkaВерочка
1887Pædagogik (Hjemme)Дома
1887TyfusТиф
1887VolodjaВолодя
1887LykkeСчастье
1887DramaДрама
1887KyssetПоцелуй
1887KasjtankaКаштанка
1888Den som fikk soveСпать хочется
1888SteppenСтепь
1888SkjønnheterКрасавицы
1888NavnedagsselskapetИменины
1888Bare et nerveanfallПрипадок
1889En kjedelig historieСкучная история
1890GusievГусев
1891KvinneskjebnerБабы
1891En tvekampДуэль
1891I MoskvaВ Москве
1892GresshoppenПопрыгунья
1892NaboerСоседи
1892Sjette avdelingПалата № 6
1893Rothschilds fiolinСкрипка Ротшильда
1893Store Volodja og lille VolodjaВолодя большой и Володя маленький
1893Den sorte munkenЧёрный монах
1894MorsmålslærerenУчитель словесности
1894StudentenСтудент
1895Hvitpanne (eller Ulvinnen)Белолобый
1895AriadneАриадна
1895MordetУбийство
1895Med Anna om halsenАнна на шее
1896Huset med arkenДом с мезонином
1896Mitt livМоя жизнь
1897På hjemveienНа подводе
1897BønderМужики
1898Kjære lille vennДушечка
1898IonytsjИоныч
1898Mannen i penaletЧеловек в футляре
1898StikkelsbærКрыжовник
1898Om kjærlighetО любви
1899Damen med hundenДама с собачкой
1899I dalbunnenВ овраге
1899Til julНа святках
1902BiskopenАрхиерей
1903ForlovetНевеста

Sjónleikir

Sena úr Onkel Vanja, 1945
Mynd: Abraham Pisarek
Senur úr Måken, Moskva Maly teatr («Lítla teatur») 2008
Mynd: Зимин Василий Геннадиевич
  • 1878 (?): Den verdiløse fyren Platonov (enakter, eisini Faderløs; russ. Безотцовщина)
  • 1886: Om Tobakkens skadelige virkninger (enakters monologur; russ. вреде табака)
  • 1886: Svanesang (dramatiskt studie í einari akt; russ. Лебединая песня)
  • 1887: Ivanov (drama, upprunaliga «skemtileikur», í fýra aktum; russ. Иванов)
  • 1888: Bjørnen (farsa, enakter; russ. Медведь)
  • 1888: Frieriet (farsa, enakter; russ. Предложение)
  • 1889: Tatjana Repina (drama, enakter; russ. Татьяна Репина)
  • 1889: Tragiker mot sin vilje (farsa, enakter; russ. Трагик поневоле)
  • 1889: Bryllupet (scene í einari akt; russ. Свадьба)
  • 1889: Skogtrollet (skemtileikur í fýra aktum; russ. Леший)
  • 1891: Jubileet (farsa, enakter; russ. Юбилей)
  • 1895: Måken (skemtileikur í fýra aktum; russ. Чайка)
  • 1896: Onkel Vanja (senur úr bygdalívinum í fýra aktum; nógv umarbeitt versjón av Skogtrollet; russ. Дядя Ваня)
  • 1901: Tre søstre (drama í fýra aktum; russ. Три сестры)
  • 1903: Kirsebærhagen (skemtileikur í fýra aktum; russ. Вишнёвый сад)

Yrkisbókmentir

  • En reise til Sakhalin (1895):
    • 1890: Aus Sibirien (Aufzeichnungen; russ. Из Сибири)
    • 1893: Sakhalin-øya (ferðafrágreiðing; russ. Остров Сахалин)
  • Brøv

Sí eisini

  • Mikhail Tjekhov

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

🔥 Top keywords: