Jekaterinburg

Jekaterinburg (russiskt: Екатеринбург) er fjórðstørsti býur í Russlandi.Býurin liggur á eystursíðuni av Uralfjøllunum. Í 2019 búðu í Jekaterinburg fleiri enn 1,5 milliónir fólk.[1]

Jekaterinburg
Í miðbýnum
Býurin um náttina.

Søga

Jekaterinburg varð grundlagdur í 1723 av Pæturi Mikla. Býurin varð uppkallaður eftir Katarinu I (1684–1727), konu russiska keisaran.[1]

Seinasti russiski keisarin Nikolaj II, kona hansara Aleksandra Fjodorovna og børn teirra Olga, Tatiana, Maria, Anastasia, og Alexej vórðu myrd av bolsjevikkunum hin 17. juli 1918 í Ipatiev húsinum í Jekaterinburg.[1]

Undir Sovjetsamveldinum varð býurin í 1924 uppkallaður eftir bolsjevikiska leiðaranum Jakov Sverdlov og navnið á býnum varð broytt til Sverdlovsk.Tó fekk Jekaterinburg tað gamla navnið aftur í 1991.

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

60°35′0″E / 56.83333°N 60.58333°E / 56.83333; 60.58333

Keldur

🔥 Top keywords: