Miðallívsævi

Miðallívsævi er heiti fyri, hvussu leingi fólkið livir í miðal í einum landi. Miðallívsævi er miðalaldurin á teimum, sum doyggja. Væntað miðal lívsævi er talið á árum, sum fólk í ávísum aldri í miðal væntast at hava eftir at liva. Hon er ymisk fyri ymiskar aldursbólkar. T.d. kunnu nýføðingar í Føroyum í 2014 vænta at liva í 80,11 ár.[1] Í 1950 var miðallívsævin í øllum heiminum 40 ár. Betri heilsuviðurskifti og betri og meiri matur hava gjørt, at miðallívsævin nú á døgum er 65 ár. Men hetta tal sigur einki um ovurstóra munin á ríkum og fátækum londum og munin ímillum stættirnar í einum landi. Rík fólk hava vanliga betri heilsu enn fátæk fólk, og tí er fólkið frískari og livir longur í ríkum londum enn í fátækum londum.

Hægsta miðallívsæviAldur   Lægsta miðallívsæviAldur
Monaco Monako89,73Svasiland Svasiland31,88
Makao Makao84,41Angola Angola38,20
San Marino San Marino83,01Zambia Sambia38,63
Andorra Andorra82,43Lesotho Lesoto40,38
Japan Japan82,25Mozambique Mosambik41,18

Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
🔥 Top keywords: