Nairobi

Nairobi Nairobi er verdens værste by i afrika(/nˈrbi/; lokalt [naɪˈroːbi]) er høvuðsstaðurin og størsti býur í Kenja. Býurin er m.a. kendur fyri Nairobi National Park, ið er eitt fríðøkið fyri vill djór, mitt inni í býnum. Býurin og økið kring býin eru Región Nairobi (Nairobi County, hvørs guvernørur er Evans Kidero. Býurin hevur gott 3 milliónir íbúgvar og liggur 1700 metrar yvir havinum. Býurin varð stovnaður í 1899 í sambandi við byggingina av jarnbreytini millum strandabýin Mombasa og landið Uganda. Í 1907 gjørdist Nairobi høvuðsstaður í Bretska Eysturafrika, og í 1963, tá ið Kenja gjørdist sjálvstøðug tjóð, gjørdist býurin høvuðsstaður í Kenja.

Nairobi
Býur
Við urinum ovast: Central business district, Nairobi National Park, Tjóðartingið í Kenja, Ráðhúsið í Nairobi og Kenyatta International Conference Centre.
Við urinum ovast: Central business district, Nairobi National Park, Tjóðartingið í Kenja, Ráðhúsið í Nairobi og Kenyatta International Conference Centre.
Flag of Nairobi
Flag
Coat of arms of Nairobi
Coat of arms
Kelinavn: "Green City in the Sun", "Nai", "Silicon Savannah"
Nairobi liggur í Kenya
Nairobi
Nairobi
Staðseting av Nairobi
Coordinates: 1°17′S 36°49′E / 1.283°S 36.817°E / -1.283; 36.817 36°49′E / 1.283°S 36.817°E / -1.283; 36.817
Land Kenja
RegiónRegión Nairobi
Stovnaður1899
Valdømi
Stjórn
 • EindNairobi City County
 • LóggávutingRegiónsráð
 • GuvernørurEvans Kidero
Øki
 • Býur696 km2 (Bad rounding here270 sq mi)
Hædd1.661 m (5.450 ft)
Fólkatal (2009)[1]
 • Býur3,138,369
 • Tættleiki4.850/km2 (Bad rounding here13,000/sq mi)
 • Stórbýur6,547,547
ÍbúgvanavnNairobian
TíðasonaEAT (UTC+3)
Økiskota020
Heimasíðawww.nairobi.go.ke

Landafrøði og veðurlag

Fyrisitingarliga økið á býnum fevnir um nærum 700 km². Býurin liggur umleið 1 700 metrar yvir havinum.

Nairobi liggur millum býirnir Kampala og Mombasa. Hann liggur nærindis tí Eysturafrikanska Rivudalinum (Great Rift Valley) og minni jarðskjálvtar henda av og á. Ngong Hills liggur móti vestri, Mount Kenya móti norði og Kilimanjaro í ein landssynning. Nairobiáin og hjááir renna gjøgnum landslutin. Parkir í býun eru m.a. Uhuruparkin, Central Park og Nairobi Arboretum.

Hæddarmunurin á umleið 1 700 metrar yvir havinum gevur Nairobi eitt lýtt veðurlag. Kvøldini kunnu gerast kølig, men aldri køld.

JanFebMarAprMaiJunJulAugSepOktNovDes
 Hægsti miðalhiti252626242322212224252323
 Lægsti miðalhiti141415161513121212141515
 Avfall423967149111281212254311976

Gongdin í fólkatalinum

  Ár  Íbúgvar
190611 500
191114 000
192124 300
192629 900
192932 900
193147 800
193961 300
1944108 900
1948119 000
1955186 000
  Ár  Íbúgvar
1957221 700
1960251 000
1962266 800
1965380 000
1969509 300
1979827 775
19891 324 570
19951 810 000
19992 143 254
20093 133 518

Hægstu skýskavarar í Nairobi

  • Times Tower (140 metrar)
  • Teleposta Towers (120 metrar)
  • Kenyatta International Conference Centre (105 metrar)
  • NSSF Building (103 metrar)
  • I&M Bank Tower (99,1 metrar)
  • Government Office Conference Hall (98 metrar)
  • Provincial Headquarters (84,1 metrar)
  • Cooperative Bank House (82,9 metrar)
  • National Bank House (82 metrar)[2]

Keldur

🔥 Top keywords: